Komandi sunnukvøld, 28. aug kl 20, verður konsert í Kelduni í Skálafirði.
Tey, sum syngja eru, Brødrene Nordstrand úr Noregi, Brad White úr USA, Marjun Wolles, Kvartettin í Betesda, Eyðun Jacobsen og bólkurin Glæma.
Brødrene Nordstrand er ein bólkur, sum hevur sungið í nógv ár, tað er tann sokallaði southern gospel tónleikurin teir eru kendir fyri og hava givið fleiri fløgur út, sum m.a. eru innspældar í Nashville.
Brad White er ein sera dugnaligur klaver og saxofonspælari, hann hevur ferðast um allan heimin við sínum tónleiki. Eisini var hann í fleiri ár fastur klaverspælari hjá kendu kvartettini Blackwood Brothers.
Tað verður ókeypis atgongd til konsertina.
Góður kaffimunnur verður at fáa aftaná konsertina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo