Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

LGBT: Mikukvøldið 24. november kl. 19.30 verður hugnakvøld í hølinum hjá LGBT+ Føroyar í Tórsgøtu 16 í Havn. Tað eru tær báðar Súnfríð Jacobsen og Ritva Samuelsen, sum hava tikið stig til hetta kvøldið.

Tær eru báðar mammur at tvørkyndum, og vilja fegnar hittast við onnur foreldur.

- Vit hava kanska nakrar royndir, sum onnur - nýggj - kunnu brúka, og halda vit, at tað er umráðandi, at vit foreldur kunnu stuðla og hjálpa hvør øðrum, siga tær.

Á hugnakvøldinum luttekur eisini Bjørt Lind sálarfrøðingur. Bjørt hevur í løtuni tveir samrøðubólkar fyri tvørkynd.

Tað er umráðandi at kunna hittast við onnur í somu støðu sum ein sjálvur, tí er ætlanin, at hesi kvøld skulu verða afturvendandi. Øll foreldur at tvørkyndum eru hjartaliga vælkomin.

Vit í LGBT+ Føroyar fegnast um, at Súnfríð og Ritva hava tikið stig til hetta. Fleiri foreldur hava í seinastuni sett seg i samband við okkum um ráðgeving í samband við, at barn teirra er tvørkynt, tí er hetta kærkomið, sigur Annlis Bjarkhamar, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar.

Ritva og Súnfríð vóna at síggja nógv foreldur. Heitt verður á tey, ið ikki eru koppsett um at kanna seg fyri korona, áðrenn tey koma á gátt.

Hetta fyrsta kvøldið greiða tær báðar frá, hvat tær hava hugsað við hugnakvøldinum, og hvørjar ætlanirnar eru.

LGBT+ Føroyar bjóðar kaffi/te og køku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo