Hvannrók: Stúrsaði við fyri nýggjár at síggja lýsing frá Tórshavnar kommunu í Dimmalætting, har kommunan vil broyta byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, so matstovuvirksemi, gisting og tílíkt kann byggjast har.
Rokni ikki við, at vanligi borgarin rættiliga veit, hvat ætlanin snýr seg um, og hvørjar avleiðingar slík byggisamtykt hevur fyri hetta vakra, friðarliga og serstaka øki.
Heilt burturvið at oyðileggja vakrastu náttúruperlu í Suðurstreymoy, tí hevur tú fyrst broytt byggisamtyktina og slept stórkapitalinum framat økinum, so vendist ikki aftur. Her nøkur orð, hví eg havi hesa meining.
Velbastað er gomul bóndabygd og av elstu bygdum í Føroyum. Í bønum niðanfyri bygdina við sjóvarmálan er mangt funnið, sum ivaleyst stavar frá miðøldini, og í Fossdali eru toftir funnar, sum helst stava frá víkingaøld.
Havi altíð havt alsk fyri Velbastað, sum stavar frá ungdómsárunum, tí eg nøkur summar hoyggjaði og koyrdi í súrhoyggjabrunn hjá Hans Peturi Brekkstein bónda. Seinastu nógvu árini eri eg komin nógv vesturum, ja, mest sum hvørja viku. At ganga oman á støðna ella ganga ella koyra frá bygdini norður í Fossdal er balsam fyri sálina. Túrur, sum tekur hálvan tíma at ganga hvønn vegin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo