Samsung hevur longu gjørt tað - ein telefon í dýra endanum sum kann leggjast saman. Nú ger Huawei tað eisini. Mate Xs fer at hava tilsamans 8 tummar av skíggja - nakað tað sama sum ein mini iPaddur. Skíggjarnir eru í tveimum - ein uppá 6,6 tummar og so ein eitt sindur minni. So kanst tú velja um tú brúkar annan ella báðar í senn.
Telefonin er klár til 5G netið, sum merkir at hon kann brúkast við sera stórum datamongdum.
Hetta er ikki fyrsta foldi-telefonin, hvørki hjá Huawei ella Samsung. Men Apple hevur enn ikki tikið stigið við sínum iPhone'um, hóast leysatíðindi vilja vera við, at tey eisini har hava søkt um patent.
Nýggja Huawei telefonin kemur í handlarnar um mánaðarskiftið mars-apríl, skrivar msn-finans.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo