Sóljuprinsessa er føroyska útgávan av Syrenprinsesse, sum Kim Larsen av álvara fekk fólk at lurta eftir.
Jógvan Andrias hevur enn einaferð verið í upptøkuhølum og letur nú eitt staklag úr hondum. Hesaferð hevur hann føroyskað ein sang úr donskum.
Sóljuprinsessa er føroyska útgávan av Syrenprinsesse, sum Jan Toftlund skrivaðaði og Mathilde Bonde gjørdi lag til. Tey gjørdu sangin saman eina blíða summarnátt á Midtfyn Festivalinum 1981.
Sangurin var fyrstu fer útgivin á LP’ini Maskebal 1982 hjá Lasse & Mathilde í 1982.
4 ár seinni, í 1986, kom Kim Larsen út við sínari tulking av sanginum á Forklædt som voksen. Henda útgáva var nógv spæld í Føroyum tá.
Jan Toftlund hevur sagt, at aftaná hesa vælumtóktu útgávu, vuksu inntøkur hansara so mikið, at hann kundu gjalda sína skattaeftirstøðuna, sum hann árini frammanundan var komin í.
Tað var í samband við aðra verkætlan at Jógvan Andrias, fór at lurta aftur eftir Syrenprinsesse, at hann fall fyri tekstinum og fekk hug at umseta hann. Føroysku útgávuna, Sóljuprinsessa, umsetti Jógvan Andrias 07.02.21.
Jógvan Andrias kenna vit sum vísusangara og tónleikafyriskipara. Hann hevur givið fleiri útgávur út, men nú hevur hann so latið kendan sang í føroyskan búna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo