Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Ein søga fær ikki ligið fleiri minuttir úti á einum netmiðli, sum ikki heldur til í Havn, so hava Portal.fo og IN.fo stjolið søguna, og fær hon tí ikki livað sítt upprunaliga lív í frið.

Kemur ein singulsøga út á VP, Norðlýsið, Suðurrás, Sandportalin ella JN, so liggur hon ikki leingi, kanska 5-10 minuttir, so hava Portal.fo ella IN.fo stjolið søguna, sum var tað teirra egna søga.

Hetta ger so, at ein singulsøga fær ikki stundir at liggja har, sum hon upprunaliga var løgd, og geva klikk, sum svangu og tunnu miðlarnir í Havn kappast um.

Portal.fo og IN.fo eru sum deyðkomnar hýenur og skræða søguna í seg sum skjótast, uttan bert at taka brot, sum góður fjølmiðlasiður er, og so leinkja til at lesa víðari, nei, søgan verður løgd út í fullari longd.

Og í summum førum verður myndin eisini stjolin.

Púra ósmædnir sita hesir hjálparleysu barnagarðs journalistarnir, sum ongantíð hava skrivað eina nýggjheit, og stjala, tí eingin miðil skal hava eina søgu, sum teir ikki hava. Samhaldsfastur javnaðar journalistikkur, tá ið hann er best.

Hvat billa hesir miðlar uttanfyri Havnina sær inn, at hava eina søgu, sum EG ikki havi! Frekt!

Men tað eru ikki bara Portal.fo og IN.fo sum liva av at stjala søgur frá millum annað VP, eisini Kringvarpið stjelur, og har eru nakrir persónar sum eru herviligir at stjala, og tað samvitskuleyst.

Nýggjasta dømi er søgan um at norðurlond hava valt Oscarfilmarnar, sum stóð á VP, men sum upprunaliga stóð at lesa á BirkBlogginum.

Journalisturin las søguna næstan orðarætt upp, uttan at siga, hvaðani hann hevði hana!

Frekt og nassvíst og so mannminkandi, at var eg Dia Miðjord, so hevði slíkur persónur fingið fótin í krympirumpuna.

Ein journalistur, sum ikki hevur virðing fyri sínum faki, eigur heldur ikki at fáast við tað, og enn minni at sleppa tað.

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo