Summar Festivalurin: Í kvøld klokkan 21.00 fáa fólk framførslu, sum tey ongantíð áður hava fingð á Summar Festivalinum.
Tá fer Klaksvíkar Hornorkestur, ið hevur 73 ár á baki, at hava konsert á Torginum.
Orkestrið hevur mangan sett dám á serligar løtur og tiltøk í Norðoyggjum, og orkestrið hevur eisini spælt víðahvar heima og burturi. Nú fáa hornblásararnir eisini møguleikan at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki.
Fyrireikararnir av Summar Festivalinum halda, at tað er upp á tíðina, at orkestrið verður við á festivalinum, og orkestrið hevur fyrireikað seg væl og er spent til framførsluna í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo