FSF: – Nógvir evnaríkir spælarar bjóða seg fram, so tað er hørð kapping um plássini – ikki bara til NM, men eisini til EM undankappingina, sum verður í heyst. Hópurin til NM er nú úttikin, og næstu vikurnar verður fult fokus á fyrireikingarnar, sigur venjarin, Eyðun Klakstein, við heimasíðuna hjá FSF.
Týsdagin 2. august setir føroyska U17-landsliðið við dreingjum kós ímóti Lillestrøm í Noregi. Á skránni er árliga NM kappingin, sum verður í døgunum 4. til 8. august. Føroyar eru í bólki saman við Svøríki, Norðurírlandi og Onglandi.
– NM er ein góð avbjóðing fyri okkara spælarar. Mótstøðan er sterk, og tað ger, at teir veruliga fáa seg royndar. Og júst sovorðnar uppgávur, sum landsdystir, gera sera góðan mun í menningini, sigur Eyðun Klakstein.
Sjálvur verður Eyðun Klakstein ikki við til kappingina í Noregi. Í staðin verður tað hjálparvenjarin, Fróði Benjaminsen, ið kemur at standa á odda fyri liðnum, og afturat honum verður Rógvi Nónsgjógv Poulsen.
Hópurin
Sámal á Steig, 07 Vestur
Jónas Bjarnason Prior, 07 Vestur
Pætur Akselsen, 07 Vestur
Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur
Mattias J. Hellisdal, B36
Finnur Johannesen, B36
Bartal Páll Klein, B36
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Thomas Bjørn Miezan, FC København (Danmark)
Pætur Róason, HB
Andrass Henriksen, HB
Jónas Debes Samuelsen, HB
Aron Arnholdsson, KÍ
Josva Signarsson, Skála
Markus Tummasarson Isaksen, Skála
Aron Benjaminsen, Skála
Torkil Úlvur Jespersen Holm, TB
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Bjørn Bjarkhamar, Víkingur
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Skráin
4. august Svøríki – Føroyar (kl. 14:00 / Drøbak)
6. august Føroyar – Norðurírland (kl. 13:00 / Sarpsborg)
8. august Føroyar – Ongland (kl. 14:00 / Råde)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo