Tann dámligi lærarin og tann stálsetti javnaðarmaðurin, Johan Samuelsen í Tórfinnsgøtu er farin.
Hann arbeiddi meira enn ein mansaldur sum lærari í Tórshavnar kommunu.
Hóast hann sum bara 43 ára gamal fekk ein skaða í ryggin, so hann ikki fekk gingið, røkti hann kortini trúgvur sítt arbeiði við hjalp av ymsum tekniskum skilaamboðum og einum serliga vælutgjørdum avlamis-bili.
Hann luttók dugliga í flokksarbeiði, bæði sum fundar-debattørur og við vælskrivaðum greinum í Sosialinum.
Tá ið valg vóru, skipaði hann ofta fyri valgagitatiónini uppi á Heygsbreyt, har hann sat við telefonina og stýrdi valgstríðnum saman við fleiri garvaðum javnaðarfólkum.
Hann bleiv longu sum 13 ára gamal hugtikin av Petur Mohr Dam, tá ið hann bleiv álopin av vittíggjum, sum herjaðu á hann, tá ið hann kom í land av Tjaldrinum við tí liðugt gjøgnumførdu fólkapensiónini.
Jóhan tók ofta til um tann ógvisliga, brutala og ógloymiliga tilburðin, sum gjørdi hann til socialdemokrat fyri livið.
Sjálvur havi eg havt pædagogiskt samarbeiði við Johan um skúlabarnaferðir millum Køge og Tórshavn.
Hann hevur eisini verið hollur at heita á um alskyns mál úr tí flokkspolitisku søguni.
Vit hittust til fundar, bæði í fjør summar og fyrraárið, har hann greiddi frá mongum úr javnaðarsøguni.
Friður verið við minninum um Jóhan.
Virgar T. Dalsgaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo