Í dag gevur Holgar Jacobsen út lagið Blankan sand, ið er nummar níggju í røðini av HJF 568.
Ætlanin er at geva øll løgini út á LP, sigur Holgar Jacobsen.
- Lagið hevur íblástur úr vindeyganum á mínum tónleikarúmi, har sandurin og tíðin geva svar uppá nógvar ósvaraðar spurningar, ella gera tey nú tað? spyr Holgar.
Víðari sigur hann, at hann er takksamur fyri at kunna gera tónleik og geva hann út enn.
Tónleikararnir á lagnum eru Jóan Jakku Guttesen, bass, Høgni Klakkstein, slagverk, Dánjal Tavsen, tangentar, Tórfríð Tavsen, kór og Holgar Jacobsen gittarar og sang,
Ljóðblandað og mastrað hevur Dánjal Tavsen, útgevari TUTL HJF568.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo