Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Dagurin í morgin verður líkur degnum í dag, við nógvum vindi av landnyrðingi, seinnapartin verður ælaveður og hitin um 7 stig.

Týsdagin hvassur vindur av landnyrðingi, turt fyri tað mesta og fleiri løtur við sól. Hitin 6-7 stig.

Mikudagin norðan, strúkur í vindi, smáskýggjað og sólglottar, tað verður kaldari, niður í 5 stig.

Hósdagin lot til frískt lot av útnyrðingi, okkurt æli, møguliga sum vátaslettingur, hitin um fýra stig.

Fríggjadagin melur hann av ymsum ættum, okkurt vátaslettingsæli, hitin niður í tvey stig.

Næsta vikuskifti verður fyrst fitt av vindi av høgætt og kalt, seinni lágætt og tað verður lýggjari. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo