Hjálparfólkafelagið: Eftir áheitan frá hjálparfólkum í Suðuroy fer Hjálparfólkafelagið á fyrsta sinni at hava kunnandi fund um felagið í Miðlatúni í Vági týskvøldið 18. oktober kl. 19.
Kunnandi fundurin er fyri øll hjálparfólk og námsfrøðiligar hjálparar.
Á fundinum verður greitt frá, hví felagið var sett á stovn, hvat nevndin hevur arbeitt við, og hvussu gongdin hevur verið. Eisini verður komið inn á tryggingar og onnur viðurskifti.
Felagið hevur heimasíðu og egna kunningar- og kjaksíðu á Facebook.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo