Hjálparfólkafelagið bjóðar øllum hjálparfólkum til fundar í hølunum hjá Starvsmannafelagnum nú týskvøldið 19. mars kl 19. Endamálið við fundinum er at kunna um árið, sum er farið, og gongdina frameftir.
Eisini verður greitt frá um nýggja eftirløn og trygging hjá felagnum.
Hjálparfólkafelagið hevur fyri stuttum vunnið sær týðandi rættindi í trætuni um eftirlønina og hevur gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, um at eftirlønin hjá limum í hjálparfólkafelagnum framyvir verður flutt í annað pensjónsfelag.
Hetta merkir, at Hjálparfólkafelagið nú kann bjóða limum sínum eina betri tryggingaravtalu enn Pedagogfelagið kann bjóða sínum limum.
Ein fyrimunur við at vera í bólkatryggingini hjá Hjálparfólkafelagnum, í mun til bólkatryggingina hjá Pedagogfelagnum, er, at tímalønt automatiskt eru tryggjað í Hjálparfólkafelagnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo