Norski poppbólkurin HighasaKite stormar fram á altjóða pallinum í løtuni, og tey kunnu gerast tað næsta stóra í alheims poppi.
Í summar hava tey spælt á stóru festivalunum í Roskilde, Glastonbury og aðrastaðni, og í heyst skulu tey á konsertferð í USA.
Í kvøld spælir HighasaKite á Vágsbøi, og tey ætla at geva føroyingum tað stóra showið.
- Vit geva sama show á Summar Festivalinum, sum vit hava givið á teimum stóru europeisku festivalunum, siga tónleikarar í HighasaKite.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo