Í morgin strúkur í vindi av útsynningi, okkurt æli og hitin um 11 stig.
Týsdagin minkar hann sum frálíður vindin av vestri, sól ein stóran part av degnum og turt, hitin um 10-11 stig.
Mikudagin gul av suðri smáskýggjað og sólglottar, hitin 10-12 stig.
Hósdagin frískar hann sum frá líður aftur vindin, ættin verður ímillum landsynningi og útsynning og tað verður samregn.
Fríggjadagin strúkur í vindi ímillum útsynning og vestan, ælaveður men eisini løtur við sól og sami hiti, um eini 10 stig.
Næsta vikuskifti verður eisini váttligt við nógvum vindi av lágætt, serliga sunnudagin fer at regna illa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo