Fyri 4 árum síðani brendi bilverkstaðurin Carro í Sandavági og síðani tá hevur grundin verið brúkt til at parkera bilar á hjá eigaranum, men nú er so herverk framt á bilarnar.
Bilarnir eru koyriklárir, men hava ikki havt nummarplátu. Eigarin hevur brúkt teir til eykalutir.
Bilarnir eru ikki tryggjaðir, so hetta verður kostnaðarmikið hjá eigaranum.
Málið er meldað til løgregluna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo