Ukrainskir hermenn hava vundið ukrainskt flagg á stong í landsbýnum Gujevo í Kursk-landspartinum eftir innrásina i Russland.
Tað vísir video á Youtube.
Reuters hevur váttað staðið út frá bygningum, trøum og skeltum, men tað er ikki eydnast at vátta nær hetta var, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo