Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-127/2022 eftir tingskipanini § 52 a til Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í lógarmálum, frá Una Holm Johannesen, løgtingsmanni, um tilflyting og uppihaldsskyldu

Fyrispurningurin er soljóðandi:
- Hvussu og hví ætlar landsstýrismaðurin at broyta treytir í m.a. uppihaldsskylduni fyri at fáa familjusameining?

- Hvørji rættindi hava fólk, sum koma til Føroya sum familjusameind? 

- Hvussu nógv familjusameiningsloyvi eru latin seinastu fimm árini, eisini býtt á aldursbólkar yngri og eldri enn 18 ár?

- Hvussu nógvir útlendingar hava fingið varandi uppihaldsloyvi í Føroyum eftir at vera komin til Føroya sum familjusameind seinastu fimm árini?

- Hvørjum øðrum átøkum arbeiðir landsstýrismaðurin við á útlendingaøkinum, og nær kann væntast, at hesi verða sett í verk?

Svar
Til nr. 1

Skilt verður millum útlendingar, sum koma til Føroyar eftir reglunum um familjusameining, og útlendingar, sum koma til Føroyar sum samfylgjandi familja hjá einum útlendingi við vinnuligum uppihaldsloyvi í Føroyum (t.e. arbeiðs- og uppihaldsloyvi í sambandi við arbeiði, sum sjálvstøðugt vinnurekandi, lesandi, praktikantur og trúboðari o.s.fr.).

Av tí, at spurt verður um, hví og hvussu ætlanin er at broyta “uppihaldsskylduna”, skilji eg spurningin (spurningar 1-5) soleiðis, at hann snýr seg um tann seinna bólkin av útlendingum, ið koma higar sum samfylgjandi familja hjá einum útlendingi við vinnuligum uppihaldsloyvi í Føroyum.

Eg ætli mær at broyta treytirnar fyri, nær útlendingar, sum hava eitt vinnuligt uppihaldsloyvi í Føroyum, kunnu fáa familjuna við sær til landið. Ítøkiliga er ætlanin at seta sum treyt, at útlendingurin hevur eina inntøku, sum ger tað møguligt hjá honum/henni at forsyrgja tí/teimum persónunum, sum ætlanin er skulu koma til Føroyar.

Eitt inntøkumark er longu galdandi í dag – markið er tó vorðið til gjøgnum siðvenjuna á økinum og gongur tí ikki beinleiðis fram av lóggávuni. Ætlaða nýggja inntøkumarkið, sum verður munandi hægri enn verandi mark, verður ásett beinleiðis í útlendingakunngerðini fyri Føroyar. Eitt uppskot frá danska útlendinga- og integratiónsráðnum um dagføring av kunngerðini verður tí sent í almenna hoyring ein av komandi døgunum.

Orsøkin til broytingina er, at talið á útlendingum, sum koma til Føroyar sum samfylgjandi familja hjá einum útlendingi við vinnuligum uppihaldsloyvi, er meira enn tvífaldað, síðani snarskipanin varð sett í verk í november 2021. Í 2021 vóru tað sostatt 48 útlendingar, ið komu higar sum samfylgjandi, meðan talið í 2022 var hækkað til 118. Samstundis eru ábendingar um, at fleiri av útlendsku familjunum, har hjúnafelagin, makin og/ella børnini eru komin til landið sum samfylgjandi, hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Orsøkin er heilt einfalt hon, at inntøkan hjá høvuðspersóninum (tí persóninum, ið hevur vinnuliga uppihaldsloyvið) í nógvum førum er ov lág til, at viðkomandi kann uppihalda sínari familju.

Endamálið við at hækka inntøkumarkið er tískil at tryggja, at útlendingar við vinnuligum uppihaldsloyvi í Føroyum, sum fáa familjuna við sær til landið, altíð eru førir fyri at uppihalda familjuni, og at útlendingar í Føroyum ikki liva undir verri korum enn føroyingar.

Les alt svarið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo