Skúlablaðið: “Nú havi eg sitið í skúlaleiðsluni í 25 ár, og hetta er truplasta árið at fáa alt at hanga saman.”
Soleiðis sigur ein skúlastjóri, og hann er ikki einsamallur.
Tepra játtanin til fólkaskúlan er ein vaksandi trupulleiki fyri skúlaleiðslur og lærarar.
Í fjør sendi Lærarafelagið fráboðan út til limirnar, um at tryggja sær, at tímar, í sambandi við setursskúla, vóru skrásettir samsvarandi arbeiðstíðaravtaluni.
Hetta tí at Mentamálaráðið hevði skert tímatalið, sum skúlarnir fingu tillutaðar til setursskúla, munandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo