Hóast Sankta Pæturs kapellið í býnum Lucerne í Sveis er elsta kirkja í býnum, so hevur hon tikið nýggja tøkni í brúk. Tað ber til at skrifta til eina sonevnda almynd, eitt hologram, av Jesusi.
Vitlíki er eisini við í myndini, og sagt verður av summum, at tað er ein sera góð og ekta uppliving, ímeðan onnur halda, at tað á ongan hátt er sambært góðum, kristnum siði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo