Løgmansskrivstovan: Hennara hátign Margretha drotning kemur til Føroya á almenna vitjan frá 14.juli til 19. juli. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.
- Vit gleða okkum nógv til vitjanina. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann Margretha drotning gleða seg til nakrar spennandi dagar í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Á ferðini vitjar Hennara hátign Margretha drotning í Havn, Klaksvík, Svínoy, Fuglafirði, Vestmanna, Kvívík, Vatnsoyrum, Miðvági, Toftum og á Strondum.
Hennara hátign Margretha drotning fer av landinum aftur mánadagin 19.juli.
Mynd: Liselotte Sabroe
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo