KVF: Helvtin av almennu lønunum verður goldin í Suðurstreymi.
Sambært yvirliti, sum Hagstovan hevur gjørt fyri Fíggjarmálaráðið, vóru 48 prosent av almennu lønunum í fjør goldin í Suðurstreymoyar sýslu.
18 prosent vóru goldin í Eysturoyar sýslu.
Bara tvey prosent vóru í Sandoyar sýslu og tvey prosent uttanlands.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo