Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nú meira er komið fram um málið viðvíkjandi Bjarna Hammer, millum annað tað sum verturin fyri 40-ára veitsluna slær fast, at tað er lygn, at nakað sum viðvíkur narko fór fram heima hjá sær, og til skjøl í málinum, so metur VP at talan er um eina herferð frá Unga Tjóðveldi at skaða Bjarna Hammer.

Sum VP skilur, so er tað ein limur í landsnevndini hjá Unga Tjóðveldi, sum setur seg í samband við eitt systkinabarn hjá sær, um “at Bjarni Hammer oyðileggur so nógv fyri tey” (í fiskivinnunýskipanini), og biður systkinabarnið, sum hevur fortalt um, at hon einferð, fyri nøkrum árum síðani, var í morgunballi í sambandi við 40-ára føðingardagin, at hjálpa sær at taka "afferu" og "steðga" Bjarna Hammer.

Tær venda sær síðani til fyrrverandi formannin í Unga Tjóðveldi – Barbaru Holm, sum eisini var spinndoktari hjá Tjóðveldi undir valinum seinast – sum so eftir øllum at døma skipar fyri einum “sett up” fyri at fella Bjarna Hammer, og brúkar hesu kvinnuna.

Barbara Holm og kvinnan ringja og sms'a fleiri ferðir til Bjarna Hammer, og biðja hann skaffa sær okkurt “festligt”.

Sum VP skilur, so hoyrist á upptøkuni, at tað helst er Barbara Holm, tíðindaleiðari í Miðlahúsinum, sum teskar aftanfyri.

Bjarni Hammer glíður av, og tosar og skrivar upp í lag við kvinnuna, men veit ikki, at alt verður tikið upp av Barbaru Holm fyri at verða brúkt móti honum seinni.

Tað stutta av tí langa er tó – hóast kvinnan og Barbara Holm royna fleiri ferðir - at einki meira hendir í hesum sambandi.

VP undrast á framferðarháttin hjá Miðlahúsinum, at leggja upp til brotsverk, sum er ólógligt at gera. 

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo