Fátt hevur sameint politikarar og veljarar meiri enn frægast gjørligt infrakervi.
Um ikki altíð skil fyri, so hava fólk flest sterkar kenslur um vegir, ferjur og tunlar.
Jú nærri vit búgva eini væntaðari ábót á infrakervið, jú sterkari meiningar hava vit.
Vit uppliva tað ferð eftir ferð. Almenn teknisk og fíggjarlig undangonga kyndir undir kenslurnar.
Tá vit sjálvi ferðast ‘turrskødd’, sissast sinnið um tey, ið enn bíða eftir føstum sambandi.
Suðuroyartunnil er einki undantak, nú Løgting, Landsverk o.o. serkøn kanna málið tekniskt og fíggjarliga.
Er Suðuroyartunnil búskaparliga ráðiligur og tekniskt gjørligur, so hvussu skjótt?
Tí so víst er tað rætt at gera Suðuroy part av meginøkinum.
Um vit vísa hógv í almennum útreiðslum, í skattatrýsti, so tað loysir seg betur at arbeiða, og vísa vit virðing fyri vinnuni, so ber so mangt til.
Føroyar vónleyst náttúrligt infrakervi
Hevur nakað land í heimi truplari náttúrligt infrakervi enn Føroyar?
Jú, kanska Lofoten ella Vestfirðir.
Verri veðri mugu vit leita eftir á Svalbard ella Bjarnoynni (óbygd).
Føroyar eru 18 avbyrgdar oyggjar við sundum, firðum, fjøllum, dølum, líðum, skorum, gjáum umframt streymi innanoyggja og havaldu og brimi uttaneftir.
Vit gingu og bóru, róðu og førdu alt millum bygda og oyggja í 1000 ár, tá tað viðraði.
Ei undur í, at íhaldnir politikarar í 1905 ræddust kostnaðin av fyrsta 5-fóta (1,5 metra) breiðum vegi til rossavogn millum Sands og Skopunar.
Fr. Petersen, ML og sambandshøvdingi, segði (smbr. Tingtíðindi): “Køreveje vil aldri komme at spille nogen stor Rolle her oppe, da Havet er vor Landevej.”
Oliver Effersøe, MF (og seinni sambandsform.) segði: “Jeg venter og haaber ikke, at Køreveje bliver Kommunikationsveje heroppe.”
Høvdu hesir mótloysingar vunnið, búðu bert 10.000 dansktmælt, úrkynjað fólk í Føroyum.
Hálvfullir, tannleysir knæbøndur á seiðabergi fyri danska sosialhjálp.
Danskt fíggjaðar smáar ferjur (hetlendsk stødd) høvdu flutt fólk og vøru.
Føroyar samferðsluligt U-land
Tá Føroyar fingu Heimastýri í 1948, var lítið broytt. Tá høvdu vit fingið:
Ein dampkyndan Smyril millum Suðuroy og Havnina og ein túr um vikuna til størru plássini við farmi.
Nakrar umbygdar sluppir við motori í til ferða- og mjólkarflutning.
Gott 100 km av einbreytaðum eyrvegum. Í 1955 vóru 600 akfør íalt (í dag 43.000).
Nakrar bryggjukantar og brimverjur til smærri skip í Havn og á størru bygdunum.
Vit vóru eftir kríggið eitt U-land til samferðslu, sum Danmark hevði ábyrgd av.
Áhugaverdar sammetingar
Fólk, ið ikki skilja risa framburðin í føroyskari samferðslu farnu øld, eru antin ov ung, ella billa tey sær inn, at heimsøgan byrjaði, tá tey vórðu fødd (ella fingu snildfon).
Hetta oyggjaland er undantak, eindømi og Guds undurverk á okkara breiddarstigi.
Kanska kundu dømini niðanfyri lýst nøkur av okkara frambrotum.
Fyrsti Smyril: longd 35 m, 162 brt, maskina 160 HK, ferð 9 míl - 5 tímar til Havnar, vát og við sjóverki.
Nýtt Tjaldur 1953: longd 90 m, 2.600 brt, maskina 3.400 HK, ferð 18 míl (270 ferðafólk).
Nýggi Smyril: longd 138 m, 12.500 brt, maskina 18.000 HK, ferð 21 míl.
Nýggja Norrøna: longd 165 m, 36.000 brt, maskina 30.000 HK, ferð 21 míl.
Prísurin fyri Tjaldur í 1953 var 11 mió kr (Fíggjarlógin í 1953: 13 mió kr).
Norrøna kostaði 750 mió kr at byggja eftir aldamótið. (Fíggj.lógin var tá 3.800 m/k).
So tunnil Tvøroyri-Hvalba 1963
Endurnýggjan fiskiflotans gekk so skjótt frá 1956 inn í 60-árini, at løgtingsins figgjarlóg 2-faldaðist úr 17 upp í 36 mió kr frá 1957 til 1963, tá Hvalbiar-tunnilin var liðugur.
Hann kostaði 4,2 mió kr at gera. Løgtingið fíggjaði alt arbeiðið yvir raksturin í 3-4 ár.
Tey árini játtaði Løgtingið 4-5 mió kr árliga til samferðslu.
Í 1962 var BTÚ Føroya um 300 mió kr (í dag 70 ferðir størri, 26 mia kr).
Hvalbiar-tunnilin umboðaði sostatt sløk 2% av BTÚ í 1962.
Eingin hevði í 1957 droymt um at koyra í bili av Tvøroyri til Hvalbiar longu í 1963.
Frá 1956 lótu føroyingar 50 nýggj fiskiskip býggja úr stáli (og 20 aftrat til 1968).
Útflutningsvirði Føroya 2-faldaðist úr 70 mió kr upp í 140 mió kr frá 1959 til 1963.
Slíkur framburður bøtti øll útlit um møguleikar og framstig á sjógvi og landi.
So til Vága- og Norðoyatunnil
Løgtingið rindaði eginpeningin til Vága- og so Norðoyatunnilin árini 2000-2011.
Vágatunnilin kostaði landskassanum 20 mió kr árliga í 8 ár, t.e. bert 0,5% árliga av fíggjarlógini.
Norðoyatunnilin kostaði landskassanum bert 32 mió kr árliga í 6 ár, t.e 0,75% árliga av fíggjarlógini.
Tunnilsgjaldið hevur goldið restina, og nú eru báðir tunlarnir útgoldnir.
2/3 av spurdum føroyingum halda, at vit við tunnilsgjaldi (og ikki landskassin) eiga at halda fram við koyrigjaldi at rinda tær 30-35 mió kr, ið viðlíkahaldið kostar.
Neyvan nakar føroyingur vildi verið Vága- og Norðoyatunnilin fyriuttan í dag.
Eysturoyar- og Sandoyatunlarnir
Nú brúka vit og gleðast eisini um Eysturoyartunnilin.
Vit koyra til Sandoyar longu á jólum, og øll (mest sandoyingar) fegnast.
Hesir báðir “samfíggjaðu” tunlarnir hava tá kostað 2.6 mia. kr íalt at gera.
Landskassin hevur goldið 32 mió kr árliga í miðal í 11 ár fyri báðar, svarandi til bert 0,75% árliga av Løgtingsins fíggjarlóg.
Restina hava amerikanskir pensjónsgrunnar fíggjað, og allur kostnaðurin verður afturgoldin av ‘balleba’ í bili fram til 2040.
So er tað Suðuroyartunnilin
Landskassin rindaði sum sagt 400 mió kr í eginfígging (15% av kostnaðinum) av Eysturoyar- og Sandoyartunlunum.
Kønir menn meta, at ein nærum líka langur Suðuroyartunnil við frá- og tilkoyring, trygdarútgerð, rentum og príshækking fram til 2033-5 kostar 4,5 mia kr at gera.
Um landskassin brúkar sama fíggingarleist til Suðuroyar sum um Tanga- og Skopunarfjørð, skal hann fíggja 675 mió kr, ið eisini svarar til 15% av kostnaðinum.
Í 11 ár skal Landskassin rinda 61 mió kr árliga, ið er undir 0,9% um árið av árligu fíggjarlógini.
Restupphæddin verður goldin við brúkaragjøldum, um 70 mió kr árliga, umframt við 120 mió kr, ið landskassin sparir árliga eftir 2033, tá tunnilin avloysir Smyril.
Tað merkir, at Landskassin onga netto meirútreiðslu fær í mun til verandi støðu við Smyrli.
Hetta er treytað av, at Landskassin fær eina bíliga rentu við góðari lánsfígging.
Tað hevði landskassin helst fingið, um allir undirsjóvartunlarnir vórðu lagdir í eitt alment partafelag.
Onnur treyt er, at verandi gjøld til Vága- og Norðoyatunlar ikki verða avtikin.
Um landið akslar lánskuldina av Suðuroyartunlimum, skylda Føroyar ‘bert’ 8 mia. kr íalt, ið er 35% av BTÚ.
Tað merkir, at almennu Føroyar enn skylda eina minst í OECD. (Almenna Japan skyldar 263% av sínum BTÚ).
Spardar útreiðslur og virðisøking
Til 1930 var Suðuroyggin lokomitivið í búskapinum. Hon bar 20% av Føroya fólki, átti 40% av Føroya skipum og hevði 100-tals fólki norðaneftir til arbeiðis hvørt ár.
Men tað var, áðrenn sosialisman reisti sítt ljóta høvd. Nú yvirtekur hon miðøkið.
Skulu land og kommunur anno 2023 gjalda m.a. 3 mia kr til almannaverkið hvørt ár og ikki hava ráð til ein Suðuroyartunnil?
Illanstíð! Upp at stríðast!
Soleingi vinnutænastu- og vinnu-Føroyar fáa bestu kor, føða tey vónandi okkum øll frameftir og figgja ein Suðuroyartunnil.
Í Suðuroy búgva nú sløk 5.000 fólk, um 9% av Føroya fólki.
Sig, at Suðuroy framleiðir um 10% av landsins BTÚ, um 2,5 mia kr.
Varðin Pelagic, Bakkafrost, TG-Fish o.o. klára 2 mia kr í útflutningsvirði.
Ein sterkur suður-norðurásur bindur tá næstan alt landið saman í ein búskap, eins og Norðoya-, Eysturoyar- og Vágatunlar eru ein sterkur eystur-vesturásur.
Húsaognir, jørð o.o. fastogn í Suðuroy økjast íalt milliardir kr í virði.
Føroyar og føroyingar verða á fyrsta sinni bundnir saman í eitt øki og ein búskap, har flestøll hava javnbjóðis møguleikar at ferðast ‘á turrum’.
Tað er eitt søguligt roysni og ein (fyri bert fáum árum síðan) óhugsandi dreymur uppfyltur.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo