Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Soleiðis segði 99 ára gamli Charlie Munger, varðaformaður í íløgufelagnum Berkshire Hathaway, á árliga aðalfundinum hjá blaðnum Daily Journal í 2022, har hann er stjóri.

Og sum hann hevur rætt!

Seinastu tíðina í Føroyum havi eg merkt ein munandi størri illvilja mótvegis vinnulívi í almenna rúminum og frá politikkarum.

Eg kann geva nøkur dømi:

Oljufeløgini hava fingið sera nógv omanyvir seg. Eitt nú verða tey mistonkt fyri at misbrúka sína støðu, umframt at tey skula hava brúkt príshækkingarnar síðan Corona, til at ríka seg upp.

Nú síggja vit, at hetta er als ikki sannleikin.

Í 2020 hevði EFFO sølu fyri samanlagt 770 mió. kr, og høvdu úrslit á 40 mió. kr.

Í 2022 hevði EFFO sølu fyri samanlagt 1,7 milliard kr, og høvdu eitt úrslit á 40 mió. kr.

Sostatt hevur EFFO ikki eina krónu meira í yvirskot í 2022 í mun til 2020, hóast sølan er vaksin við 930 mió. kr. síðan 2020. Hetta hevur ongin tó nevnt alment síðan tað kom fram.  

Nú prísir á gerandisvørum eru farnir nógv upp seinastu árini, hava fleiri mistonkt matvøru handlarnar fyri at skrúva prísirnar alt ov nógv upp. Í valstríðnum varð dentur lagdur á hetta, og í hesum sambandi mátti man nú fáa eitt príseftirlit.

Nú sæst í roknskapinum hjá t.d. hjá S.M.S, sum eigur Bónus handlarnar, umframt at tað sæst í roknskapinum hjá FK, sum eigur FK handlarnar, at hesi feløg hava munandi verri úrslit í 2022 enn í árununum frammanundan.

Sostatt er tað púra skeivt, at hesir handlar hava sett prísirnar alt ov nógv upp. Heldur tvørturímóti hava tey møguliga sett prísirnar ov lítið upp. Hetta nevnir man heldur ikki nú tað kemur fram.

Fyri nøkrum fáum døgum síðan var orðaskifti í tinginum um almenna bústaðarfelagið Bústaðir.

Í hesum sambandi varð sagt av tingfólkum, at tær privatu fyritøkurnar als ikki hava megnað at loyst trupuleikan á bústaðarmarknaðinum, og tað er alneyðugt, at Bústaðir er við til at loysa hendan trupuleikan. Eg mundi dottið uppeftir, tá eg hoyrdi hesi úttalisi.

Seinastu árini hava eitt hav av privatum smáum og miðalstórum fyritøkum bygt hundraðtals bústaðareindir um árið. Hetta er fantastiskt, og hetta er beinleiðis orsøkin til, at Føroyar yvirhøvur hevur megnað at havt methøgan fólkavøkstur seinastu árini.

At allar tær smáu og miðalstóru privatu byggifyritøkurnar fáa skotið í skógvarnar frá tingsins røðarapalli, at tær als ikki hava gjørt nakað munagott á bústaðarmarknaðinum, er so langt úti og niðurgerandi.

Vit tosa um hundraðtals arbeiðsfólk, sum arbeiða úti hvønn einasta dag í øllum veðri, og sum hava skapt eitt stórt virði við at byggja allar tær bústaðareindir, sum eru bygdar seinastu árini.

Hvat fiskivinnuni viðvíkur, so vita øll hvussu skilið er. Gjøld verða skrúva upp hvørt einasta valskeið. Og hóast fleiri fyritøkur gera milliarda íløgur í nýggj skip, og renta og oljuprísur eru farin upp, ja, so hækkar man bara gjøldini, uttan at gera sær far um, um roknistykki hjá vinnufyritøkunum yvirhøvur hongur saman aftaná ætlaðu broytingarnar. Heldur ikki verður tiki hædd fyri, at fyritøkurnar eru ymiskar í stødd og hava ymiskt kvotugrundarlag.

Nú liggur so eisini eitt uppskot í tinginum um at heili fýrafalda gjøldini til alivinnuna.

Og sambært orðaskiftinum í tinginum í gjár, kom greitt fram, at samgongufólk meta ikki hetta fer at hava stórvegis ávirkan á íløguhugin hjá vinnuni.

Hvussu í himmalska navni hongur hetta saman?

Haravtrat tykist tað heldur ikki at ræða samgongufólk, at grundarlagið nærum verður rykt undan liðugtvøru virkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum, sum sambært Kára Egholm Jacobsen, hevur 370 ársverk.

Hetta er eitt sera álvarsligt mál, sum næstan slett ikki er viðgjørt í samband við hetta málið.

Hvar er virðingin fyri teimum starvsfólkum sum arbeiða á hesum virkinum? Vit tosa um 370 fólk!

Og hvørjar møguligar avleiðingar kann hetta fáa fyri skattainntøkurnar hjá kommunum á Skálafjørðinum?

At tað ikki hevur verið nógv størri mótstøða ímóti hesum alment, er eitt sindur ilt at skilja.

Henning Erhardsson Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo