Kringvarp Føroya bar í gjárkvøldið út tey stórtíðindi, at okkara fíggjarmálaráðharri Kristina Háfoss er dóttir pápa sín, og tí ógegnig til at viðgera eitt tilmæli, um Norðoya Sparikassi skal vera umfataður av SIFI krøvum.
Er Kristina Háfoss ógegnig, eigur hon sjálvandi ikki at luttaka í nakrari avgerð um hetta mál.
Men sum sjónvarpshyggjarar hava vit mest hug at spyrja: Hvat er SIFI?
Hesin spurningur er serliga viðkomandi fyri søguna.
Men her kunnar KVF ikki serliga nógv.
KVF hevur altíð dugað betur at illteinkja enn at upplýsa, hóast stovnurin skal eitast at vera upplýsandi.
Tá KVF ikki leggur í at upplýsa stórvegis um SIFI fór VP.FO undir at kanna, hvat SIFI er í føroyskum og altjóða høpi.
Systemically important financial institution (SIFI) er eitt hugtak ið hevur nøkur ár á baki.
Í altjóða høpi verður hetta brúkt um peningastovnar ið eru “too big to fail”.
Fer ein slíkur týðandi banki av knóranum verður tað mett at hava ov ógvusligar samfelagsligar avleiðingar og tí ein búskaparlig hóttan.
Tí hava flestu lond gjørt reglur um, nær ein banki skal roknast at vera SIFI og hvørji eyka trygdarkrøv skulu vera galdandi fyri hesar bankar.
Og Klaksvík hevur ikki bert sjómannadag og summarfestival.
Í hesum torradøgum kunnu vit staðfesta, at heimsins minsti SIFI banki hevur heimstað í Klaksvík.
Tað er undirhaldandi at samanbera tølini hjá Norðoya Sparikassa við veruligar SIFI risar í donskum ella altjóða høpi.
Í Danmark er talið av bankum seinastu 10 árini fallið við meira enn 50% og nú eru bert umleið 60 pengastovnar eftir í Danmark.
Av hesum eru seks teir størstu SIFI.
Hesir seks eiga 80% av fíggarmarknaðinum í Danmark og hinir umleið 54 bankarnir býta tey seinastu 20% av marknaðinum ímillum sín.
Minsti SIFI bankin í Danmark er Sydbank.
Fíggjarjavnin hjá Sydbank er 138 milliardir kr. og eginongin er 11,9 milliardir kr.
Minsti SIFI bankin í Danmark er sostatt einar 4-5 ferðir størri enn allur tann føroyski fíggjarmarknaðurin tilsamans.
Men myndugleikarnir tykjast samdir um, at serlig SIFI krøv eiga eisini at setast í Grønlandi og Føroyum.
Grønlandsbankin eigur umleið 80% av grønlandska fíggjarmarknaðinum og er hann útnevndur SIFI banki.
Grønlandsbankin er helst næstminsti SIFI banki í heiminum.
Norðoya Sparikassi eigur umleið 12% av føroyska fíggjarmarknaðinum.
Og nú SIFI krøvini verða herd meta bæði Norðoya Sparikassi og Fíggjareftirlitið, at føroysku mørkini fyri SIFI ikki eiga at umfata heimsins minsta SIFI banka.
Skal embætisverkið í Tinganesi seta seg upp ímóti hesum ynski, skal serstakliga gott hugflog til at finna sakligar grundgevingar.
Málið tykist at vera ein avgreiðsluspurningur.
Er Kristina Háfoss ógegnig at viðgera, um heimsins minsti SIFI framvegis skal hava heimstað í Klaksvík, so má bólturin sendast víðari til løgmann.
Men Aksel er klaksvíkingur, so kanska fer KVF at gera hetta til ein gegnistrupulleika.
Sum eitt kuriosum til gegnisgøluna kann nevnast, at Norðoya Sparikassi fyllir 100 ár í ár.
Sparikassin hevur øll hesi 100 árini havt høvuðssæti í Klaksvík og hevur yvirlivað upp- og niðurgangstíðir og allar búskaparkreppurnar, ið hava herjað í eina heila øld.
Teir mongu fíggjarstovnarnir, ið síðani fyrra helming av 1800 talinum hava verið stjórnaðir úr okkara høvuðsstaði hava eitt til felags.
Teir eru allir samlir farnir av knóranum ella bjargaðir við nýggjum kapitali.
Heimsins minsti SIFI er hinvegin ongantíð vorðin loftaður av skattgjaldaranum.
TIL LUKKU NORÐOYA SPARIKASSI.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo