Løgtingið: Nú ungdómstingið verður mánadagin og týsdagin, 5. og 6. februar, er nýggj heimasíða gjørd, har til ber at fylgja við hesum.
Sí heimasíðuna her.
Til ber at fylgja við viðgerðunum, at síggja málini, sum ungdómstingið fer at viðgera, og at síggja luttakararnar, og hvørjar tingnevndir, hesir fara at manna. Á hendan hátt ber til hjá øllum at fylgja við arbeiðinum hjá ungdómspolitikarunum hesar báðar dagarnar.
Ungdómstingssíðan er ein spegling av vanligu heimasíðuni hjá tinginum, ið virkar á sama hátt, men sum natúrliga er avmarkað til virksemið hjá ungdómstinginum. Tingfundirnar verða eisini sendir í sjónvarpinum hjá KVF og á FM-tingvarpinum, eins og vanligir tingfundir.
Endamálið við Ungdómstinginum er:
• at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
• at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
• at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
• at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um
Hetta er níggjunda ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum.
Tá freistin var úti, høvdu 8 skúlar sent 20 uppskot inn. Avgjørt er, at 10 uppskot koma til viðgerðar í Ungdómstinginum. Uppskotini, ið m.a. fevna um samferðslu, frítíðartilboð, skúlaviðurskifti, aldursmark fyri sølu av tubbaksvørum og revsing fyri neyðtøku v.m., eru fjølbroytt og áhugaverd.
Luttakandi flokkarnir umboða Eysturskúlan, Runavíkar kommunuskúla, Tofta skúla, samstarvið millum Runavíkar og Tofta skúla, Skúlan á Fløtum, Skúlan við Streymin, Sandoyar Meginskúla og Fuglafjarðar skúla.
Flokkarnir fara hesar báðar dagarnar at manna Ungdómstingið við 32 umboðum.
Áhugavert verður at hoyra tey ymisku sjónarmiðini, ið ungdómstinglimirnir fara at leggja fram undir tingviðgerðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo