Tá atgongumerkini til eykakonsertina við Kris Kristofferson vórðu sett til sølu kl. 14 í dag, hoknaði heimasíðan undir trýstinum, nógv túsund fólk royndu samstundis at fara inn á síðuna.
Hóast hetta vanliga er ein vælvitjað heimasíða, so var hetta meira enn hon kláraði.
Tøkningar arbeiddu við at fáa síðuna upp aftur, men hvørjaferð hon aftur var tøk, hoknaði datagrunnurin aftur, tí trýstið var støðugt høgt.
Tað var ikki fyrr enn um kl. 15.30 at sølan fór í gongd og eftir fáum minuttum vóru øll atgongumerkini seld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo