Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsustýrið: Heilsustýrið hevur farnu vikuna fingið fráboðan frá privatfólki um yvir 70 koronutilburðir. Fráboðanirnar koma, eftir at Heilsustýrið í síðstu viku heitti á fólk um at boða frá, um tey høvdu staðfest koronu við eini heimatest.

Áheitanin varð send út, av tí at smittutølini frá Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum ikki vístu nakra smittu við koronu, samstundis sum ógvuliga nógv fólk søgdu seg vera sjúk við koronu. Heilsustýrið vildi tí hava eina hóming av, um hald var í hesum.

Nýggju tølini skulu sjálvsagt takast við stórum fyrivarni. Talið á innkomnum fráboðanum sigur einki um veruligu smittustøðuna í Føroyum í løtuni, men tað gevur ábendingar um eitt ávíst smittutrýst. Heilsustýrið heitir tí framvegis á fólk um at senda fráboðan til hst(at)hst.fo, um tey hava staðfest koronusmittu við eini heimatest. Í fráboðanini skulu hesar upplýsingar vera:

  • Navn

  • Bústaður

  • Telefonnr.

  • Føðingardagur

  • Dagfesting fyri staðfesta koronusmittu

  • Viðmerk: Korona

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo