Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú sjóneyka er sett á seksualundirvísingina í Fólkaskúlanum, vil eg við hesum vísa á, at heilsufrøðingarnir í skúlunum hava í nógv ár havt eina skipaða og stigvísa undirvísing í evninum.

Tað hevur verið nógv frammi, at ung ynskja meira vitan, og at fólkaskúlin hevur ikki neyðuga námsætlan á økinum. Men tað er als ikki komið fram, at vit sum heilsufrøðingar eisini røkja ein týdningarmiklan part av hesari undirvísing.

Sum heilsufrøðingar arbeiða vit eftir leiðreglunum hjá danska heilsustýrinum eisini í mun til seksualundirvísing. Danska heilsustýrið ásetir, hvørjum vit skulu undirvísa í, í mun til aldurin á børnunum og teimum ungu, og hesum fylgja vit. Skúlaheilsufrøðingurin hevur eisini tætt samstarv við flokslæraran um undirvísingina sum tryggjar, at næmingarnir fáa ta undirvísing, sum hóskar til teirra búningarstig og veruleika. Flokslærarin og heilsufrøðingurin kenna jú næmingarnar.

Ein skúlaheilsufrøðingur hevur bæði bólkaundirvísing og floksundirvísing. Harumframt koma næmingarnir til einstaklingasamrøður, har tey hava góðan møguleika at viðgera tað, sum júst tey stríðast við, og tað verður nógv brúkt.

Vit byrja longu í innskúlingini at tosa við børnini um kynslig mørk, ja og nei kenslur, og hvat er privat á kroppinum. Í 3.-4. flokki er fokus á persónlig mørk, vinalag, virðing fyri hvørjum øðrum og at hava sunnar vanar. Gentur í 4.-5. flokki fáa eyka undirvísing um menstruatión. Í 5. flokki verður tosað um kynsbúning. Í 7. flokki er fokus á bólkatrýst og alkohol. Í 8.-9. flokki hava vit seksualundirvísing, har tosað verður um kynsbúning, kynssjúkur, fyribyrging, persónlig mørk o.a

Undirvísing kann altíð gerast betri, eisini seksualundirvísing, men tað hevur týdning at hava við í kjakinum, hvat longu verður gjørt og taka støðið í tí.

Til ber at lesa meira um virksemið hjá heilsufrøðinginum í skúlanum á okkara heimasíðu www.gigni.fo.

Sólrun Foldbo, fakligur stjóri
Gigni

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo