9. januar 1954 fyri júst 66 árum síðan vart tú borin í heim, kæri bróðir. Vit fýra systkini undan tær vóru uppkallað eftir abbum og ommum okkara. Nú kom møguleikin hjá mammu at kalla upp beiggja sín Dánjal Jákup, sum doyði sum lítil smádrongur.
Tað var sonn gleði og takksemi hjá okkum at fáa teg. Tú vart beinanvegin so sera fittur og sjarmerandi – lættur at forkela.
Vit fingu ikki høvið at siga hvørjum øðrum farvæl, nú tú fórt so skjótt og óvæntað. Vanliga gjørdi tú ikki so skjótt av, men umhugsaði støðuna væl og virðiliga, áðrenn endalig støða varð tikin. Onkuntíð rakk mítt tol ikki til tína fyrreikingartíð.
Hesaferð varð ikki spurt um tíð og verumáta hjá tær og mær. Hann, sum øllum valdar tók teg, meðan tú sat í stólinum og kundi njóta stillu løtuna saman við tíni elskaðu Hervør valkvøldið.
Tú hevði verið til útróðrar og rindaði nú møðina, meðan tit fylgdu valúrslitunum í miðlunum. Sjálvt um títt fullveldishjarta og tín sosialistahugsjón ikki møtti frama hjá veljarunum hesaferð, so vart tú róligur og tók tað, sum tað kom, tí tú vart fullblóðs demokratur.
Tú hevði longu frá barni av nakrar eginleikar, sum eyðkendu teg sum menniskja og medmenniskja. Tú vart sera gávumildur. Tú elskaði at hava okkurt at geva, ella læna ella koma við eini bøtandi hond. Tú lat tað seinasta, tú átti, um neyðugt.
Tú elskaði tíni óavmarkað, men sýndi eisini sanna umsorgan og samhuga við næsta tínum, sertakliga tí “veika” samfelagsborgaranum.
Tín markleysa rættvísiskensla fylgdi tær allastaðni, har tú ferðaðist. Men tá tú samstundis var sera kenslusamur, so kundi tú hava tað svárt, tí tað var ikki altíð lætt at fáa afturljóð ella viðhald. Fólk vildu ikki blanda seg. Tað sáraði teg, og tú gjørdist mangan tungur í huga og harmaðist um líkasæluna. Tú legði ikki fingrarnar ímillum, men segði frá, serliga tá órættur rakti onkran einstakan persón ella bólk, og tað fekst tú mangt høggið fyri.
Tú elskaði at kjakast, og bylgjurnar kundu ganga høgar, men oftast í góðum. Tú setti ein heiður í at argumentera og leggja grund undir tíni sjónarmið, men viðhvørt var kjakhugurin so góður, at argumentini ikki hildu, men so var tað stuttleiki. Kjakið var m.a. tín máti at samskifta, og tú samskifti við ómetaliga nógv fólk.
Fólk úr øllum landinum kendu teg, Dánjal Jákup, og eg haldi, at teimum flestu dámdi teg, sum tú vart. Tú bar ikki agg, men virdi eisini tíni argastu mótstøðufólk politiskt ella var ósamdur við í øðrum samanheingi.
Tað fellur mær sera tungt at viðurkenna, at tú ert farin, kæri bróðir. Eg var onkuntíð troyttur av tínum avgjørdu meiningum og argumentatiónum, men eg visti, at tú altíð vildi tað besta; at tú veruliga elskaði og vildi eitt javnt samfelag fyri øll. Tú vildi á ongan hátt góðtaka, at ágóðin í samfelagnum var fyri tey fáu, men at ognir og ríkidømi í hesum landi var ætlað okkum øllum. Gamla góðseigaraveldið, sum so spakuliga varð avtikið skuldi ikki yvirtakast av nøkrum fáum útvaldum, men fólkinum øllum. “Molarnir av ríkamansborði” er og skal verða ein farin tíð.
Kæri bróðir, tú sum elskaði øll tíni av fullum hjarta, nú ert tú farin, alt ov tíðliga haldi eg, og vit. Saknurin er øgiligur, men tú gavst mær so nógv, og tú gavst so nógvum so nógv gjøgnum tína persónligheit, tín hjartahita og samhuga, tín kærleika, títt óavmarkaða trúfesti og tín ótroyttiliga vilja fyri rættvísi.
Tú gavst okkum tínar gávur, sum vit bera víðari tilvitað ella ótilvitað. Tín verumáti, tín persónligheit doyr ikki við tað fyrsta, men livir víðari í hjørtum okkara og fer at mynda okkum og okkara langt fram í tíðina.
Er sorgin tung og saknurin stórur hjá okkum systkjum og okkara, so er tað uppaftur tyngri hjá tær Hervør og tykkara elskaðu børnum og makum teirra og hjá tykkara abba- og ommubørnum endaliga at siga tykkara elskaða farvæl.
Við stórari virðing
Hans bróðir
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo