5. januar 1940 - fyri snøggum 80 árum síðani - mynstraði Svenning Johannesen, ættaður úr Hvannasundi, fyrsta túrin til skips. Tað var við koltrolaranum Nærabergi KG 14, sum eldri bróðirin Kaj førdi.
Hetta vóru ófriðartíðir, seinni heimsbardagi var brostin á. Teir royndu undir Íslandi, ísaðu fiskin niður í lastina og seldu á bretska marknaðinum.
Ein av fyrstu døgunum í apríl mánaði 1941 kom Næraberg á Klaksvík fullur undir lúkurnar. Teir høvdu fiskað bátin smekkfullan eftir fáum døgum á Suðurlandinum.
Kaj og Svenning fóru ikki niður við at selja henda túrin, men tað fór bróðir teirra, Andrias Johannesen. Sum Andrias stendur og stýrir millum lond, loypir týskt flogfar á við bumbum. Næraberg varð meint raktur og tók at søkka. Manningin bjargaði sær í bátarnar, kom í land á Súluskerinum og kom afturíaftur í øllum góðum.
Svenning tók skipara í 1945 og longdina í 1949. Sigldi nógv ár sum trolaraskipari og fiskaði avbera væl. Tá ið hann í 1990 fór í land, hevði hann verið á sjónum í samfull 50 ár.
Myndina av Maiken og Svenningi tóku vit um heystið 2018. Eg skrivaði tá bókina: "Glottar úr trolarasøguni."
Svenning, ið var fremsti heimildarmaður mín, segði henda dagin frá, tá ið koltrolarin Vesturskin legði seg á Barðinum, og teir komu í havsneyð.
Gott nýggjár øll somul
Vinaliga
Óli Olsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo