Heimildarfilmurin HEARTIST, sum Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi hava leikstjórnað, vann í gjár virðislønina fyri besta altjóða dokumentar á filmsfestivalinum DOC LA – Los Angeles Documentary Film Festival.
Filmurin ferðast í løtuni kring heimin á fleiri filmsfestivalum og skal eitt nú sýnast á Nordic Film Days í Lübeck í Týsklandi um vikuskiftið. Eisini hevur HEARTIST fingið heiðurin at seta filmsfestivalin Northern Lights, sum er fyriskipaður av filmsfólki úr Hvítarusslandi í útlegd.
Áður hevur filmurin verið sýndur á m.a. CPH:DOX í Keypmannahavn, NIFF í Nuuk, Nordisk Panorama í Malmø og Lima Alterna í Peru - og eisini verið í uppskotið til virðislønir. Fyrsta virðislønin kom so nú úr filmsbýnum yvir allar, Los Angeles.
HEARTIST er ein estetisk og litrík lýsing av listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir, sum virkar á Eiði, sýnir fram kring allan heim og altíð arbeiðir málrættað við málningalistini. Støðið verður tikið í Sigrun sum persóni og listafólki. Hvør er kvinnan handan verkini - eru líkleikar og mótsetningar millum persónligheitina og einstøku listaverkini?
Rógvi Rasmussen var myndamaður, og Ólavur Jákupsson gjørdi tónleikin og ljóðmyndina. Marianna Mørkøre klipti filmin, og animatiónirnar gjørdi bretska Katy Beveridge.
Rógviper og Kykmyndir framleiddu í felag, við stuðli frá Norddok - Filmar um Grønland, Føroyar og Danmark - umframt Mentamálaráðnum, Eiðis kommunu, Betri og í samstarvi við KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo