Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hann eigur at verða partur av havnarmyndum, egnar seg ikki til at vera deyður, og nú er hann brádliga ikki longur. Deyðsboðini av Rasmusi R. Rasmussen (Rasmus hjá Rigmor) komu óvæntað.

Tað var í 1960 eg kom til Havnar á Studentaskúla. 4 ferðir dagliga til gongu ígjøgnum miðbýin út á VBV, heim til døgurð og aftur í skúla. Har vóru stundum at síggja tríggir javnaldrar: Poul hjá Verlandi, Per hjá Annfinni Nyholm Debes og Rasmus hjá Rigmor. Umframt at vera handverkslærlingar, vóru allir eisini spælimenn. Teir høvdu eina serliga sjarmu. Í míni verð hoyrdu  teir onkursvegna allir til universið hjá Williami Heinesen, sum teir vóru í ætt við. Foreldrini hjá øllum hoyrdu eisini til musiklívið í Havn frá Musikskúlanum yvir Havnar Hornorkestur  og til Gogguna. Á studentaskúlanum høvdu vit eitt sangkór sum sang til konsertir hjá musikskúlanum, og á tann hátt gjørdist vit ein lítil partur av tónleikalívinum í Havn. Haldi meg eisini minnast Rasmus bæði frá Havnar Hornorkestri og  frá solotrompetspæli í Havnar Kirkju til høgtíðir.

Á ólavsøku Í 1969 flytir ein blaðung familja úr Keypmannahavn inn í læknaíbúð á Landssjúkrahúsinum. Verðin lá fyri føtur okkara. Útbúgvingin var liðug, og vit høvdu bæði fingið starv í Havn.

Næsti grannar eru Rigmor og Ólavur Rasmussen. Sama dag doyr Ólavur óvæntað, og tað kom onkursvegna at binda húskini saman. Rasmus og Elin Bjørg vóru inngift og áttu børnini Ólav og Maibritt, fødd í 1968 og 1969. Tey itu bara Beiggi og Didda og vit áttu Brynhild, javngomul við Ólav. Lívið helt fram og Rasmus arbeiddi á verkstaðnum hjá pápanum í Hornabø. Eg skuldi byggja tað, sum tá æt Statens Åndsvageforsorg upp í Føroyum og byrjaði við starvsstaði heima.

Skjótt var eg greið yvir, at Rasmus hevði rættan hugburð og serligan  førleika til at geva onkrum av mínum viðskiftadrongjum nakað at arbeiða við.  Tveir sluppu  í praktikk at  ganga Rasmussi til handa. Teir lærdu nakað og ikki minst eg lærdi nakað, sum fylgdi mær alt lívið í sosialum arbeiði, tá eg skuldi royna at finna praktikmøguleikar á vanliga arbeiðsmarknaðinum til teirra, ið høvdu ilt við at sleppa framat. Umframt at duga at seta fólk í sving, so var Rasmus stuttligur og undirhaldandi, og unglingarnir trivust hjá honum. Stundum spældi hann trompet fyri teimum, og tað elskaðu teir - og eisini eg, sum hoyrdi tað hinumegin vegin.

Grannalagið var gott, og ikki minst Rigmor var ein fittur og stuttligur granni. Eingin endi var á søgunum hjá Rigmor og Rasmussi. Eisini dugdu tey at grína at sær sjálvum. Hugnaligt var at ganga uttanfyri og hoyra klaverspælið hjá  henni, sum annaðhvørt spældi sjálv ella hevði næmingar. í 1971 fór Elin Bjørg til Danmarkar at útbúgva seg til frítíðarheimslærara. Tað gekst væl og Rasmus valdi at fara seinni. Tá var lag á manni at koma í starv í Statens Åndsvageforsorg í Danmark. Tey vónaðu, at hann fór at fara aftur til Føroyar og  vera við til at byggja upp ein verkstað til menningartarnað í Føroyum. Árini í útlegd búðu vit eitt hanagleiv frá hvør øðrum. Børnini høvdu nógv samband og Elin Bjørg arbeiddi á dagstovni teirra. Elin Bjørg var tiltikin við sangi og gittari, og eg var ikki sørt errin, tá hon sat og spældi og sang við børnunum, tá eg kom at heinta míni.

Serlig er søgan, tá vit á heysti  í 1973 høvdu fingið ein son, ið skuldi doypast, áðrenn hann fór til Føroyar at verða vístur fyri familjuni á jólum. Ommur hansara gjørdu vart við, at farast átti ikki yvir hav við ódoyptum barni. Dópurin fór fram í Samuelskirkju eitt sunnukvøld til Guðstænastuna, har Salomon Joensen var prestur. Eg hevði við mær í ryggsekkinum eitt pylsuyndur til prest, sum hann fekk, tá dópurin var av. Elin Bjørg og Rasmus vóru bæði  einastu hjástøddu fadrar hjá Hanusi. Eitt blóðmørsyndur til barnadóp i Keypmannahavn, hevði Rasmus ikki upplivað áður, og har var eingin endi á ymiskum útgávum av søgum, sum hann borðreiddi við tá og til ymisk høvi seinni.

Tíðin hjá okkum í Danmark skuldi enda summarið 1977, og nú doyr Elinbjørg um várið. Rasmus velur at flyta heim við børnunum, og tey fótaðu sær væl, fyrst hjá mammuni og ommuni Rigmor undir Varða og síðani í egnum húsum, sum Rasmus bygdi í nánd. Hann var ikki húsasmiður, men tað var í allar matar valaverk,  framúr avrik, tá húsini vóru liðug og har trivust hann og børnini. Sum eg dugdi á at skyna, dugdi hann alt handverk.

Rasmus fekk arbeiði í Andveikraverndini - seinni í Nærverkinum sum húsavørður. Hitti mong og øllum dámdu hann bæði starvsfelagar og brúkarar. Nú arbeiddi eg í Kriminalforsorgini, og kortini gav Rasmus onkrum av mínum møgleika fyri at koma í praktikk og ganga sær til handa. Tað er nú hann eisini  fer at klippa myndir. Tær vóru vælumtóktar, og nátturumyndirnar vóru sera neyvar, sera vælumhildnar og ikki frá fremmandum. Hann var altíð virkin. Tað var meðan børnini vóru spælisystkin, at Rasmus hoyrdi uppí okkara gerandisdag. Og júst tí tað var tann parturin av lívinum, hann hoyrdi til, so var hann verandi ein vinur.

Seinni fekk hann nýggja familju og ein son, Torkil, sum hann eisini var sera errin av. Helt seg eiga trý "praktfull" børn. Hvørja ferð vit hittust, so var tað sum, at tað bert vóru fáir dagar síðani seinast. Samrøðan og søgurnar  hjá Rasmussi  komu sum framhald. Hann fekk eitt stikkorð ella fekk bara eyga á meg, og so var søgan har, júst sum hjá mammu hansara. Eg var ein havnakona úr Klaksvík, ið búði á Argjum - eitt bygdafrell í allari viðskipiligheit. Havnin var hansara, hóast hann eisini hevði søgur um havnamenn-og kvinnur. Men tað var onki við "vit og tit". Sum eg minnist tað, vóru søgurnar rættiliga óskyldugar og altíð stuttligar, ongatíð forrendar. Hann gav løtuni litir.

"Hann egnar seg ikki til at vera deyður", soleiðis orðaði hann seg um onkran, sum eg ikki minnist, hvør var.

Somu orð kunnu nú  brúkast um Rasmus. Havnin verður ikki  aftur, tað hon var, meðan Rasmus gekk í Havnar gøtum  og á konditarínum, men tað verður stuttligari, har hann er nú, og nú hevur hann  eisini Hjørleiv Kúrberg at hjálpa  sær.

Tankarnir leita til børnini og abbabørnini, sum hann altíð hevði í huganum og var so fegin um. Jesus fylgi honum og verði hjá tykkum!

Karin Kjølbro 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo