Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52 a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Avleiðingar av havnastongslinum og hjálp til raktar fyritøkur

Spurningar:
1. Hvussu nógv er virksemið av russiskum fiskiskipum í føroyskari havn minkað síðan 12. juli 2023 sammett við sama tíðarskeið árið fyri?

2. Hvussu nógvar eftirlitsvitjanir eru framdar á russiskum fiskiskipum síðan 12. juli 2023 sammett við sama tíðarskeið árið fyri?

3. Hevur landsstýrið nakra ábending um, hvør avleiðingin hevur verið fyri føroyskt vinnulív orsakað av havnastongslinum?

4. Um ja, er man til reiðar við nakrari hjálp?

Viðmerkingar:
12. juli 2023 bleiv ein avmarkaður havnastongsil settur í verk mótvegis russiskum fiskiskipum.

Landsstýrið hevur boðað frá, at virksemið av russiskum fiskiskipum er minkað við umleið 60 prosentum, og er tað tað, ið varð væntað.

Fyri at fáa greiðu á, júst hvør avleiðingin er verður spurt eftir, hvussu nógv virksemið er minkað.

Eftirlit við útlendskum fiskiskipum, herímillum russiskum, hevur verið nógv umrøtt.

Eitt samt Løgting raðfesti fyrr í ár játtanina hjá Vørn, so eftirlitið kundi styrkjast. Men síðan tá er havnastongsilin settur í verk, og tí hevði verið áhugavert at vitað, hvussu nógvar eftirlitsvitjanir verða framdar.

Stongsilin hevur eisini avleiðingar fyri tænastuveitarar kring landið. Tá tíðindafundur var 1. juni 2023 á Viðareiði bleiv sagt, at landsstýrið var til reiðar at taka eina hond um tað, ið avleiðingarnar av herdu tiltøkunum møguliga fóru at føra við sær.

Løgmaður hevur áður nevnt, at nýbygging av strandferðsluskipum er ein liður í hesum, men sæst tað ikki serliga væl aftur í fyriliggjandi fíggjarlógaruppskoti. Tí sæst ikki nakað til, hvør hjálpin er, ella um ætlanir eru um tað, hóast tað í miðlunum fleiri ferðir er víst á, at havnastongsilin hevur havt avleiðingar fyri tænastuveitarar.

Fyri at fáa greiðu á, um landsstýrið hevur eina hóming av, hvør avleiðingin er fyri tænastuveitarar, og um hjálp verður veitt til tey, ið eru rakt av herdu tiltøkunum, verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 11. desember 2023
Beinir Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo