Nevndin í Havnar hugna hevur umrøtt málið um at varðveita fríøkið við Sandá á Argjum, har ætlanin er at byggja nýggja kirkju. Við teimum upplýsingum, sum komnar eru í ljósmála, er alt sum talar fyri, at fríøkið við Sandá eigur at verða varðveitt sum tað er. Hesum tekur nevndin í Havnar hugna undir við.
Nevndin heldur, at náttúrugivin fríøki í nærumhvørvinum hava stóran týding fyri trivna og heilsu hjá fólki. Teyð fríðka umhvørvið og skapa hugna. Menniskjaskapt inntriv í slík øki kunnu lættliga hava neiliga ávirkan og eggja til fleiri og grefligari inntriv. Hvar gongur markið?
Nevndin undrast somuleiðis á kommununar handfaring av hesum máli síðan tað tók seg upp fyri fleiri árum síðan.
At eingin kirkja er bygd á økinum enn, sigur okkum, at málið er ikki eitt vanligt byggimál. Tá talan er um at byggja á friðaðum øki, skulu friðingarmyndugleikarnir uppí, og soleiðis er eisini við hesum máli.
Líkt er til, at fleiri myndugleikar hava viðgjørt og tikið støðu til málið, hóast tað sambært haldgóðum upplýsingum at døma, ikki hevur verið fullvæl lýst upprunaliga.
Seinasta árið eru fleiri skjalfestir spurningar settir við fyrisitingarligu og politisku handfaringina hjá Tórshavnar kommunu av hesum máli.
Nevndin í Havnar hugna ivast í evnunum hjá kommununi at fyrisita tey náttúru- og fríøki, sum kommunan sjálv hevur sett av, á fullgóðan hátt.
Nevndin heldur, at handfaringin hjá kommununi av málinum um at byggja kirkju á nevnda øki við Sandá er átaluverd, og mælir kommununi til at taka uppskotið um staðsetingina á nevnda fríøki aftur, og at finna eitt annað øki á Argjum at byggja nýggja kirkju á.
Nevndin í Havnar hugna
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo