Myndir eftir Anniku, stubbi eftir Napoleon: Tað er vorðið sum siður at skjaldbøkur og onnur øgilig havdýr skola upp á land í Bø (í Vágum), júst sum legur eru á Zarepta.
Hesaferð vóru tað familjur við børnum, ið bera brek, ið stórliga flokkaðust um forvitnisliga ódjórið, sum gróv seg so livandi upp úr sandinum beint undir bygdini.
Við tí fyri eyga at hjálpa skjaldbøkuni upp á turt, varð ikki spart upp á listaligar kreftir, og sjálvt koyristólar komu stormandi oman móti sjóvarmálanum.
Skjaldbøkan fekk so við og við skap, familjupápar við muskuløsum spakakøstum, mammur og børn við steinum og tara til úttrykksfull eygu og tenn, hømiliir til hóttandi antennir og so tær angandi villu hvannirnar, ið settu dámin á sjálva skelina á skjaldbøkuni.
Sólin kagaði tá milt fram og eftir einum tíma tóku vit mynd av okkum og hesum djórið, sum við flóðini nú hevði bestan hug at halda til havs aftur, og at enda fingu vit okkum søtligar hvannbitar at eta.
Ein stór uppliving fyri bæði vaksin og smá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo