Tórshavnar kommuna: 9. mai verður ársdagur fyri viðarlundir í Tórshavnar kommunu.
Tríggjar viðarlundir í Tórshavnar Kommunu hava ársdag í ár.
90 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu gróðursett uppi í Kerjum.
50 ár eru liðin, síðani trø vórðu gróðursett í viðarlundini í Havnardali og í viðarlundini úti í Grið.
Í sambandi við ársdagarnar hjá teimum trimum viðarlundunum skipar Tórshavnar kommunu fyri hátíðarhaldið 9.mai - Kristi himmalsferðardag.
Hátíðarhaldið verður í viðarlundini í Grið – við Landavegin og Frælsi.
Skrá:
Kl. 14:00 Hátíðarhald í viðarlundini í Grið
Harmonikufelagið spælir tónleik
Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu
Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, heldur røðu
Bjóðað verður kaffi, te og sunkist
Skógrøktin ferð at gróðurseta trøð í øllum trimum viðarlundum, áðrenn hátíðarhaldið.
Viðarlundin í Kerjum
Føroya Amt lat í 1932 Tórshavnar kommunu stívliga tríggjar hektarar av Vestara Húsagarðsfesti til at seta niður skógartrø.
Í 1934 fekk Plantasjunevndin 8000 trø, men hevði ikki pening til arbeiðið at planta trøini. Nevndin heitti tí á Skótalið Sigmunds Brestirsonar um at planta trøini. Tað eru 90 ár síðani.
Viðarlundin er stívliga 32.000 fermetrar.
Viðarlundin í Havnadali
Viðarlundin í Havnadali er tann størsta viðarlundin í landinum.
Kommunan, sum eigur lendið, lat í 1974 lesa skógfriðingarbræv á økið. Sostatt hevur viðarlundin í Havnadali 50 ár á baki.
Viðarlundin er um 280.000 fermetrar, men stórur partur av tí stóra lendinum er ikki plantaður.
Viðarlundin í Grið
Viðarlundin úti í Grið - við Landavegin og Frælsi - er eisini 50 ár í ár. Tá bygt varð á traðunum á Frælsinum og móti Landavegnum í 60unum og fyrst í 70-árunum, kom ynski fram um at fáa eitt fríøki við runnum.
Tórshavnar kommuna, sum átti lendið, lat tí hetta økið skógfriða í 1974. Farið varð at gróðurseta beinanvegin.
Lundin er 11.400 metrar í vídd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo