Tórshavnar kommuna: Havnar Harmonikufelag letur nú dyrnar upp fyri pensjónistum og øðrum áhugaðum, tá vant verður í Tilhaldinum.
Harmonikufelagið venur seinasta mikukvøld í hvørjum mánaði millum kl 20.30 og 21.30. Hesin tímin er mest ætlaður pensjónistum, sum á henda hátt kunnu fáa eina hugnaløtu við harmonikutónleiki og møguliga enskum dansi hesa løtuna.
Tað kostar onki at koma inn og kaffi og okkurt søtt verður at fáa til keyps.
Fyrstu kvøldini verða 27. oktober og 24. november, men í desember verður onki tiltak. Ætlanin er so at tiltakið annars verður hvørt seinasta mikukvøld í hvørjum mánaði í ein tíma frá kl 20.20.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo