Hanus Joensen, skúlastjóri helt hesa røðu, tá ið hakin varð settur í úti á Fløtum mánadagin 25. mai.
Eftir minningarorð og tøgn í ein minutt at minnast Sverra Jacobsen, lærara, segði hann hesi orð:
Men sum Kingo gamli segði, 'Harmur og gleði í felag tey reika'.
Henda løtan er eisini ein gleðisløta, ein stór løta í gerandisdegi okkara í Skúlanum á Fløtum. Vit í samanlagda skúlanum hava soleiðis fingið høvi at fyrireika okkum í felag við áhuga og ídni væl til nýggja skúlan, sum í dag á ein hátt verður meira ítøkiliggjørdur. Vit hava higartil arbeitt við í huganum og í pappírsformi at seta fram ynski og hugskot um okkara komandi dreymaskúla. Øll vit mongu í ymisku starvsbólkunum, sum jú virka í skúlaskipanini, hava fingið høvi at siga sína meining um, hvussu vit kunnu hugsað okkum skúlan.
Tað er veruliga nógv arbeiði lagt í hendan fyrireikandi partin í verkætlanini. Avbjóðandi og samanumtikið væleydnað. Tað er sum í sanginum hjá Jákupi Magnussen:
Okkara samband er ein varði,
har eingin steinur líka er.
Um tú vilt, kom við og laða,
so varðin altíð stendur her.
Og sigast skal arkitektatoyminum og fyrisitingini annars til rós, at tey hava flættað nógv av góðu fjølbroyttu ráðunum og uppskotunum frá starvsbólkunum við í lidnu tekningarnar.
Høvuðsdentur skúlans er lagdur í náttúrufrøðiliga umhvarvið, sum veruliga kann koma til sín rætt við hesi staðsetingini úti á Fløtum. Her er pláss at tora, her er hædd at droyma stórar dreymar.
Staðsetingin bjóðar inn til víðskygni og fjølbroytni. Her er høgt til loft og vítt til veggja.
Fløtan er opin og atkomulig hjá øllum, hon rúmar margfeldni og ymiskleika í víðastu merking, hon er fjálg og umfevnandi, her munar sólin í góðum jørðildi.
Skúlin bjóðar náttúruni inn og náttúran við sínum litum, ljósi og ljóði bjóðar skúlanum út. Saman við náttúrufrøðiliga eyðkenninum, sum skúlin hevur í skildri sínum, er eisini musiski / kreativi profilurin natúrliga ítengdur umhvarvi Skúlans á Fløtum.
Gamalt er, at tað er gott at hava góðar grannar, tað fáa vit her úti – Glasir fyri norðan, musikkskúlan fyri sunnan. Vit gleða okkum til samstarvið í góðum umhvørvi.
Hans Andreas Djurhuus, sum var lærari her í Havnini stóran part av ævi síni, yrkir nakað soleiðis:
'vit kendu okkara akur fór at vaksa,
og fyri okkum birtist ein fløta víð og stór,
har væl var sáað, væl var velt og saksað.
Tá sóu vit á morgni, at sólin hon var bjørt,
og gleðin skein í hvørjum barnaeyga..
Sólin heldur fram á síni leið -
vit fara, onnur koma,
men sólin fer at lýsa hvønn morgun yvir fløtur -
og barnaflokkurin so lyndislættur
prísar dagsins sólarløtur.'
Skúlans vegna skal eg takka býráðnum øllum fyri dyggan stuðul og vælvilja, at umfatandi verkætlanin er komin hertil, eitt ódnartak av býráðsleiðsluni og ikki minst býráðsfyrisitingini serliga teimum á skúla- og byggiøkinum, higartil væl úr hondum greitt!
Vit gleða okkum til framtíðina!!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo