Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hanus Kamban segði fyri jól í Paname um antisemitismu (jødahatur), at allir átrúnaðir, veri seg Torah/Talmud, Bíblian ella Koranin, ‘føra til óndskap’.

Hann skilir ikki, at uttan jøda/kristindóm farnu 3.500 árini høvdu eisini Vestanlond í dag verið junglur ella oyðimerkur eins og heimsins U-lond.

Mong islamsk lond eru gávað við olju, men teljast millum heimsins fátæku lond.

Hanus hartaði jødar og kristin við orðum sum: “Jødarnir siga seg vera Guds fólk. Gu’ eru teir ei.... Gudar eru bert hugmyndir.”

Um sama mundið sum Hanus røddi í HNJ, bað ein turkiskur tinglimur, Hazan Bitmez inniliga: “Allah revsi Ísrael og píni allar jødar,” tí hesir sum seinastu evropisku mannfólk (eins og ukrainar) verja sítt land.

So fittur er okkara og jødanna Gud, at hann læt Hanus ganga á egnum beinum úr Paname eftir framløgu av sína nýggju bók, ‘Antisemitisma’.

Verri gekk hjá tí prúða turkiska tingmanninum: Hazan Bitmez small í gólvið av blóðtøppi mitt í røðuni, sum sligin av Allah sjálvum, og bleiv borin út á børu.

Hvør skal siga: ‘Her liggur nú tann stóri gudur, ið tú hevur reypað tær av...’ (Gudbrandskvæðið)

Ikki allir jødar eru ‘Satans børn’
Kamban las Johannes 8,44: “Tit eru av einum faðir, Satan.”

Hanus fekk tað at ljóða, sum allir jødar eru Púkans børn.

Bíbliukøn og trúgvandi fólk í dag halda, at Johs. apostul sipar til skriftlærdar farisearar, ið góvu óseka Jesus upp í hendur Pilatusar til dóms.

Farisearar og skriftlærdir á Jesusar døgum minna nakað um akademikarar í dag.

Flestu studentar eru vinstrahall og alvitandi, ið mótmæla saman við palestinum og islamum í vesturlendskum gøtum og universitetum.

Tey geyla: “F... the Jews”, “Kill the Jews”, “Burn the Jews”, “Gas the Jews”.

Júst tað gjørdu fremstu týskir (national)sosialistar og SS-menn við 6 mió jødar undir krígnum.

Sama gjørdu alvápnaðir Hamas-menn í 1000-tali 7. okt í 2023.

Teir lupu á Ísrael, neyðtóku, meinslaðu og drupu 1.200 jødar, brendu niðurbundnar familjur inni og børn í bakiovnum og tóku 240 gíslar (nú helvtin deyð).

Eitt rakstrarróp teirra vinstrahallu er: “From the River (Jordan) to the Sea (Miðjarðhavið), Palestine will be free (altso jødafrítt).”

Tey hótta við, at barbariskir palestinar hertaka alt Ísrael og týna allar jødar.

Annars: Hvat vilja 10-tals mió islamar her í (fyrr) kristna Evropa og USA annað enn at hata og undirgrava okkara heimspartar og gera okkara lond til sandkassar?

Heilt fáir jødar og kristin í Miðeystri
Hanus fór nakað lætt um geografiska, etniska og teologiska veruleikan, táið hann segði, at í Miðeystri eru 3 stórar religiónir: jødadómur, kristni og islam.

Veruleikin er, at Islam ræður einsamalt – uttan í Ísrael. Tí hata islamar jødar.

2 mió arabar í Israel hava javnrætt. Har er demokrati - ikki apartheid ella fascisma - sum Hanus sigur. Ísraelar hava verið á vali 3 ferðir farnu 5 árini og skift stjórnir.

Palestinar hava einki val havt síðan 2007. Kvinnur, samkynd o.o. eru rættarleys.

Í 1948 búðu nærum 1 mió jødar millum Morocco og Yemen. Nú eru knapt 10.000 jødar eftir. Har ræður antisemitisma, sum vil nakað.

Í 1900 vóru 14% av fólkunum í Miðeystri kristin. Í dag eru bert 5%.

Tað er muslimskur hatur móti kristnum, sum munar.

Í Gaza, Judea og Samaria (‘Vestara Áarbakka’) búgva í dag 5 ferðir fleiri palestinar enn í 1950.

At palestinar skuldseta Ísrael fyri fólkamorð (‘genocide’) har er høpisleys lygn.

Søgurnar mest forfylgda fólkaslag
Ótaldar bøkur eru skrivaðar um antisemitismu áðrenn hesa hjá Kamban.

Føroyingar kenna upplýsandi bøkurnar, ‘Ísrael – land lyftisins’ hjá Peturi W. Háberg og ‘Søguna um jødarnar’ hjá Sonna Smith og Hans Holm.

Jødar eru heimssøgurnar mest forfylgda fólkaslag. Víst er tað tung ábyrgd og kostar dýrt at vera ‘Guds eygnasteinur’ og ‘útvalda fólk’.

Frá bíbliusøguni vita við, at Ísraels fólk eftir 40 ár í Sinai máttu vinna á amonitum, kanaanitum, filistum, jebusitum o.ø fíggindum. fyri at búsetast aftur í egnum landi.

Tey livdu sum trælir undir Farao, í útlegd í Babylon, vórðu kúgað av assýrum, liðu undir grikkum og persum, og vórðu síðan trælkað og dripin í millióna tali av rómverjum, serliga í árunum 70 og 133 e.Kr.

Eftir tað vórðu tey spjadd út um Norðafrika, Miðeystur, Evropa og heimin í 1900 ár.

1.900 ára útlegd sum flytifólk
Jødanna pínslusøga fyrstu 1.500 árini eftir Abraham stóðst mest av, at tey tvíhildu um sína gudstrúgv, sítt hebraiska mál og trúarmentan.

Tað elvdi til øvund og vreiði frá øllum grannum, serliga rómverjum.

Eftir Kristus vóru katólska og síðan protestantiska kirkjan sekar í jødajagstranini.

Tey kristnu gjørdu jødar til syndabukk fyri fleiri vanlukkur, ið raktu Evropa.

100.000 jødar bøttu við lívinum skuldsett fyri sóttina svørtu í 1340-unum.

Jødar sluppu ikki at eiga fastogn í flestu evropiskum londum.

Kirkjan bannaði kristnum at vinna inntøkur av rentu (okur) fyri lánsveiting.

Jødar sluppu tí at læna fólki pening móti rentu, og tað elvdi til øvund og øði.

Jødahatur í Evropa øldini undan Holocaust stóðs mest av ilsku móti jødum, tí teir kláraðu seg betur enn fólk flest í teim londum, har tey búðu.

14 mió jødar hava nú vunnið 197, og 1.400 mió muslimar bert 11 Nobel-virðislønir.

Í Ísrael er miðal ársinntøkan pr ibúgva $ 50.000, meðan deydurnar í islamsku grannalondum Ísraels bert klára 1/10 av tí, t.e. $ 4-5.000 pr íbúgva árliga.

Í dag eru allir søgurnar fíggindar Ísraels burtur - uttan sosialistar og islamar.

Málmeistari, men politiskur droymari
Spell, at ein málmeistari sum Kamban er aftur dottin út í politikk og spillir sítt talent.

Hóast Hanus vrakar kristni, jødadóm og islam, er hann sjálvur djúpt politiskt religiøsur, sum so mong onnur ytst til vinstru.

Lenin, Stalin, Pol Pot, Mao, Hoxha, Castro, Mugabe, Ho Chi Minh, Maduro, Kim Jung-un o.a. vóru/eru religiøst fanatiskir sosialistiar. (Hitler og Mussolini (national)sosialistar).

Allir søgdu seg elska og vilja frið. Allir bannaðu fakfeløg, trúar-, skrivi-, talu- vinnu- og politiskt frælsi.

Allir vóru/eru diktatorar og bygdu sítt vald á einflokkaskipan við planbúskapi, terror, miðlasensuri, sterkari hermegi og loyniløgreglu (Gestapo, Securitate, Stasi, KGB osfrv).

Teir royndu totalitera kollektivismu undir alskyns formum. Alt miseydnaðist.

Ístaðin fyri utopia og ‘einaræði fæloysinga’, endaðu øll hesi 40 sosialistisku eksperiment við livandi fólki í hungri, píning, harðskapi og kríggi, og yvir 120 mió fólk hava mist lívið síðan 1917.

Marx var og er teirra ‘gudur’
Karl Marx var týskur (fráfallin) jødi. Hann hataði allan átrúnað (‘opium fólksins’), vildi eisini avtaka fólkastýri, privatan ognarrætt, kjarnufamiljuna og kapitalismu.

Hann var gløðandi rasistur og skrivaði m.a., at ‘svørt eru nær skyld djórum’.

Øll vinstrahall eru setkvistar av Karli Marx, nøkur nærri enn onnur.

Í Vesturevropa og USA royndu lesandi vinstravend at vinna sær politiskt vald, m.a. í studentauppreistrinum í 1960- og 70-árunum.

Teirra fyrimyndir vóru Sartre, Marcuse og enntá drápslið sum Rote Armé Fraktion, Brigadi Rossi, Bader Mainhoff, Svarti September og PLO, sum sprongdu flogfør og drupu frá hond, t.m. øll ísraelsku OL-ítóttafólkini í Munchen í 1972.

Men øll søgdu seg hava hava ‘frið’ sum stavnhald.

Nú sæst 80 ára gamli Hanus Kamban í jakka við ‘PEACE’ málað á ryggin.

Blíva vinstrahallir droymarar aldri vaksin?
Eins og muslimska og ST-kravið um ‘vápnahvíld’ i Gaza merkir hetta ‘PEACE’ bert ‘gravarfrið’ hjá jødum og Ísrael. 

Í dag er Hanus nakað girdur í brøkur av síni bók um antisemitismu.

Nú eru sosialistisku trúarfelagar hansara og palestinar, ið elska at búgva í (fyrr) kristnum, kapitalistiskum Vestanlondum, heimsins argastu jødahatarar.

Nú nyttar einki hjá Kamban at geva ‘fascistum’ alla skyldina fyri jødajagstran.

Muslimar og sosialistiskir studentar í Vestanlondum mótmæla í 100.000-tali, at ísraelska hermegin, IDF, er við at gera enda á bølmannsstýrinum í Gaza.

ST við Guterres á odda og við 56 islamskum limalondum er ein skemdargøla.

8 vikur gingu, til ST fordømdi Hamas-álopið á jødiskar kvinnur og børn 7. okt.

Táið bókin hjá Hanusi fór til prentingar, kundi hann billa føroyingum inn, at konservativ, borgarlig, høgravend fólk eru søgunar fremstu jødahatarar.

Men nú gongur sjón fyri søgn, at vinstravendu lagsbrøður Hanusar, (national- og aðrir) sosialistar, palestinar og islamar í Evropa og USA vilja reka Ísraels fólk út í Miðjarðhavið og yvirtaka tann urtagarðín, sum jødar hava velt úr sandi í Miðeystri.

Rudda islamska rottubølið
Men Ísraels jødar reka nú Hamas-menn í undirbuksum upp úr tunlunum, sum rottur upp úr kloakkum.

Flestu falnu Gaza-búgvar eru tíverri deyðir, tí Hamas brúkar tey sum skotbjálvar.

Skattgjaldarar í USA og Evropa hava sent Gaza mia $ og Evrur í stuðli, sum Hamas hevur stolið og brúkt til vápn og tunlar til at beina fyri jødum og Ísrael.

Tað er hugvekjandi, at arabisku grannalondini vanvirða og ræðast Hamas, Fatah og Hezbollah meiri, enn Hamas hatar Ísrael.

Muslimsku grannarnir, Jordan og Egyptaland vilja ongan palestina hava úr Gaza ella Judea og Samaria (‘Vestara Áarbakka’) inn til sín at búgva.

Tí má Ísrael sjálvt átaka sær at rudda hetta islamska rottubølið? Tað er djarvt.

Shalom.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo