Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hans Pauli Sundsstein var ein av mínum sunnudagsskúladreingjum í Ebenezer.

Eg minnist hvussu sárt tað var at fáa boðini, at hesin fitti smádrongurin varð raktur av heilasvulli og mátti undir truplan skurð, ið gjørdi hann blindan restina av lívinum.

Hans Pauli var sonur Lydiu og Jógvan Sundsstein. Mamman var úr Klaksvík og pápin úr Havn. Hans Pauli, sum búleikaðist meginpartin av vaksna lívi sínum í Danmark, fall ikki í fátt hóast truplu lívsbyrjan sína, men fór undir útbúgvingar og gavst ikki á hondum, men stevndi  fram á leið við treysti og áliti á Gud og frelsaran, sum hann festi sítt álit á longu í dreingjaárum sínum her í Føroyum. Hetta óvikandi álit á hin livandi Gud, førdi hann fram á útbúgvingarhædir, ið eingin hevði droymt um. Hann kláraði seg væl á øllum økjum.

Hans Pauli gloymdi ikki at geva Gudi tøkk og heiður fyri náddu lívsmálini. Hann varðveitti einfaldu trúnna á Jesus Kristus og gjørdist ein íðin fylgdarmaður Jesusar, Meistarans úr Nazaret, til hann fór av foldum 66 ára gamal. Vitnisburður hansara í Lindini er ógloymandi!

Ein serstøk hending rennur mær í huga:

Fyri nøkrum árum síðani, tá Poul Færø og eg vóru á Danmarkarferð og vitjaðu føroyingar, vóru vit á einum føroyskum møti í Vejle. Vit høvdu  ikki funnið okkum innivist ta náttina. Á talarapallinum avdúkaði eg fyri fundarfólkinum, at vit vistu okkum einki innivist, men spurdi um onkur av fundarfólkinum kundi hýsa mær og Poul Færø. Sum ein pílur, áðrenn eg var liðugur av nevna tað, rópti Hans Pauli og rætti hondina upp og segði: ”Her! ... hjá mær !”

Hetta var hjartanemmandi at uppliva, at ein blindur og einsamallur maður var allarfyrstur at bjóða okkum innivist.

Jú, tað er vist: Jesus, frelsarin, átti hjarta hansara, fult og heilt !!! Hann var komin longu leiðina til Vejle hetta kvøldið fyri at vera saman við teimum og okkum, sum elska Harran.

Tá vit komu suður á Grindsted-leiðina, har hann búleikaðist púra einsamallur, fór Hans Pauli undir at gera klárt til at baka breyð, tætt upp undir midnáttina, hóast hann snimma morgunin eftir skuldi til verka í Keypmannahavn. Áðrenn vit løgdu okkum, bað Hans Pauli eina inniliga bøn og takkaði Gudi, at honum untist at hava okkum báðar sum náttargestir.

Tá Poul Færø og eg komu upp morgunin eftir, var nýbakað rugbreyð á borðinum, breyð, sum Hans Pauli hevði bakað um náttina.

Morgunbønina og morguntøkkina gloymdi Hans Pauli heldur ikki, men legði okkum tríggjar í hendur hins alvalda. Vit søgdu honum so farvæl. Hann fór sína leið til verka á Sælandi og Poul og eg hildu leið okkara norður á land – eina sæla uppliving ríkari á lívsleiðini  - saman við við vini okkara Hans Paula Sundstein.

Poul Færø og eg minnast henda merkis- og gudsmann, Hans Paula Sundstein við tøkk og virðing.

”Minnið um hin rættvísa verður signað”. (Or'tøkini 10,7)

Svenning av Lofti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo