Sandoyartunnilin er latin upp og miðlarnir eru á tremur við til lukku ynskjum til sandoyingar og jólaheilsum til øll, nær og fjar.
Nú vil fyrrverandi suðuroyingurin, Jóannes Eidesgaard, eisini vera við í kórinum og kemur við einari heilsan til heimstaðin, ið hann tykist fullkomuliga hava gloymt – í staðin heldur hann áfram við sínum fíggjindasinnaðu úttalilsum mótvegis Suðuroynni.
Her er tað væl kent, at hann ikki hevur verið nógv fyri framburði í Suðuroynni. Nú hann, tíbetur, ikki er í politikki longur, er so yvirhøvur ongin grund til at steðga við teimum tonkunum.
Tunnilsstop-hugssjónin hjá honum logar enn og rámur roykur kennist, nærkast tú honum. Nú sigur havnamaðurin, at krøv skulu setast. Allar kommunur í Suðuroynni skulu tvingast at leggja saman, annars skal ongin tunnil gerast.
Hetta eru forðingar og forhálingar sum vilja nakað! Eingi krøv vóru til kommunurnar í Sandoynni, Borðoynni, Vágoynni og Eysturoynni, um at leggja saman. Men í SUÐUROYNNI skal setast inn við hørðum og ein “oyggjasonur” førir skutilin.
Hvat er tað sum hendir við fólki, sum eru borðin fram av Suðuroynni fyri eftirfylgjandi at rýma av staðnum og gloyma sítt upphav? Ja, nærmast brúka sína orku upp á at oyðileggja tað, ið oyðileggjast kann?
Fyrrverandi, kanska eisini núverandi, tjóðveldismaðurin segði einaferð eisini, at KLASSAKAMPURIN var av og sendi Javnaðarflokkin í djúpastu kreppu…
Ver tú verandi í Tórshavn og halt endiliga á fram við tínum fantasium og úttalilsum mótvegis Suðuroynni, tí ongin í Suðuroynni lurtar eftir tær, yvirhøvur eingin! Tað eru nógv, nógv harrans ár síðan, at nakar gjørdi tað!!
Suðuroyartunnilin kemur og allir suðuroyingar gleða seg.
Suðuroyingar fegnast eisini um, at Jóanes Eidesgaard, tíbetur, ikki er í politikki longur, tí nú er so ein minni, at leggja fótonglar fyri Suðuroyartunlinum.
Gleðilig jól øll í Føroyum og enn einaferð hjartaliga tillukku við Sandoyartunlinum!
Bjarni Hammer
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo