Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Bygma Balslev: Fríggjadagin 31. Mai skipar Bygma Balslev fyri Handverkaramessu. Sum vanligt, verða stór tjøld sett upp norðanfyri bygningarnar í Hoyvík.

Handverkaramessan er vorðin størri ár eftir ár og í ár er einki undantak. 47 veitarir verða umboðaðir í ár og tað er tað mesta higartil. Veitarirnir umboða tað besta av tí, sum Bygma Balslev hevur at bjóða fakfólki í byggivinnuni. Tilfar, amboð, maskinur, klæðir, gólv, vindeygu umframt eina rúgvu av øðrum spennandi vørum.

Nógv serstøk messutilboð plaga at vera og tað verður eisini í ár. Í 2022 vóru áleið 3000 vitjandi til messuna. Eins og undanfarin ár bjóðar Bygma Balslev bæði mat og drekka.

Fleiri slóðbrótandi og nýggj amboð og tilfar verða at síggja á teimum nærum 1200 fermetrunum sum í ár er karmur um Handverkaramessuna. Messan er gyltur møguleiki hjá fakfólki at síggja og halda hesum tólum í hondini, eins og tað er fínur møguleiki at hitta starvsfelagar úr øllum landinum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur messuna fríggjadagin 31. Mai klokkan 14 í tjøldunum norðanfyri bygningarnar hjá Bygma Balslev í Hoyvík. Messan er opin til kl. 19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo