Fróðskaparsetrið: Mánadagin tann 25. mars 2019 verður skipað fyri haldi í sambandi við, at 200 ár eru liðin, síðani V.U. Hammershaimb var føddur á Steig í Sandavági.
Haldið verður í Sjóvinnuhúsinum (á Vestaru bryggju, Kongshøll), og byrjar klokkan 9; endað verður klokkan 15. Her verða fluttir fram fyrilestrar um ymisk evni, bæði um Hammershaimb og ta ávirkan hann hevði, um leiklut hansara í at evna til ta nýggju stavsetingina og um onnur málslig evni. Skránna sært tú við at trýsta her.
Klokkan 19 verður kvøldseta í Reinsarínum við millum øðrum upplestri, sangi og einum portretti av Hammershaimb. Skráin fyri kvøldsetuna sæst her.
Tað eru Føroyamálsdeildin og Málráðið, ið skipa fyri haldinum, sum er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo