Palestinska Hamas sigur at fýra av leiðarunum í felagsskapinum eru dripnir.
Teirra millum leiðarin hjá brigaduni í norður-Gaza, Ahmed Al Ghandour, skrivar felagsskapurin á Telegram.
Al Ghandour, sum eisini kallast «Abu Anas», var settur á terrorlistan hjá USA í 2017, og var roknaður sum ein av ovastu hernaðarligu leiðarunum í Hamas.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo