Føroyar hava leikt ein framúr góðan fyrra hálvleik móti Íslandi og hevði tað ikki verið órættvíst at Føroyar høvdu verið á odda við einum máli, tá ið Brandur bumbaði bóltin á málmannin.
Tað sæst eisini at Teitur stendur í málinum, tí Teitur hevur eitt útspark sum er á altjóða málmansstøði og kann seta føroyska spælið í gongd, sum hann vísti fleiri ferðir í fyrra hálvleiki.
Teitur hevði eisini eina rættiliga góða bjarging, sum var í einasta vandamikla álopinum hjá íslendingum.
Føroysku leikararnir hava víst í fyrra hálvleiki, at teir tora at spæla bóltin sínámillum.
Í seinna hálvleiki skoraðu íslendingar við einum framúr góðum forspæli til sjálvt málið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo