Flogbóltssamband Føroya: Á Giljanesi í dag kann Ternan taka eitt stórt fet móti hálvfinaluni í steypakappingini, um trý stig fást í skjáttuna eftir dystin ímóti Drátti, sum ikki hevur annað enn æruna at spæla fyri. Skuldi Ternan vunnið 3-2, so eru Ternan og Mjølnir jøvn við fýra stigum og minus eitt í settmuni, og bæði liðini hava tá ein dyst eftir ímóti greiða favorittinum, SÍ. Verða Ternan og Mjølnir framvegis jøvn í stigum og settmuni eftir teir dystirnar, so verður tað Ternan sum tekur hálvfinaluplássið, tí hon vann dystin ímóti Mjølni fyrr í kappingini.
Tapir Ternan hinvegin dystin í dag ímóti Drátti 3-2 ella meira, so liggur Mjølnir til at koma í hálvfinaluna, um ikki Ternan ger tað óvæntaða og vinnur á SÍ næsta mikudag.
Tað er Steypakappingin, bólkur 2: Dráttur – Ternan, leygardagin 14. januar kl. 15:00
So er tað eisini steypakappingin, bólkur 1: KÍF – TB, sunnudagin 15. januar kl. 14:00
Sunnudagin spæla kvinnurnar hjá KÍF og TB í Kollafirði. Vinnur TB trý stig, so er TB í hálvfinaluni og KÍF er úti. Vinnur KÍF hinvegin trý stig, so er KÍF í hálvfinaluni, men TB hevur tá framvegis møguleikan at røkka hálvfinaluni við trimum stigum ímóti Fleyr í síðsta dystinum í bólkinum um eina viku.
Vinnur annaðhvørt KÍF ella TB 3-2 í morgin, so er hópin av matematiskum møguleikum fyri øll trý liðini í bólkinum at koma í hálvfinaluna, og tað stríðið (um hvørji tvey av teimum trimum tey verða) verður so avgjørt í dystinum millum Fleyr og TB 21. januar.
Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki koma í hálvfinalunar, sum verða leiktar í Badmintonhøllini í Klaksvík á stóra hálvfinaludegnum leygardagin 18. februar.
Báðir dystirnir hetta vikuskifti verða vístir í Televarpinum og kunnu stroymast á https://sg.tv.fo/ras
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo