Vanliga dømir ein sum hjartalagið er til
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Almanna- og Mentamálaráðið: Løgtingið hevur í dag samtykt uppskotið, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, legði fyri Løgtingið fyrr í heyst um at hækka inntøkumarkið hjá fólkapensjónistum.

Tað merkir, at komandi ár kunnu fólkapensjónistar hava hægri inntøkur, áðrenn pensjónin byrjar at lækka. Í dag kunnu fólkapensjónistar tjena upp til 45.000 kr. um árið, uttan at mótroknað verður í pensjónini. Við samtyktu lógini verður upphæddin frameftir 61.900 kr., sum er sama upphædd, ið var galdandi áðrenn 2020.

Broytingin fer at hava við sær, at fólkapensjónistar, sum arbeiða, og fólkapensjónistar, ið hava privatar pensjónir, fara at fáa hægri fólkapensjón. Tað verða áleið 2 til 3.000 pensjónistar, ið fara at fáa ágóðan av broytingini, harav tey flestu fara at fáa umleið 3-4.000 kr. meira um árið í fólkapensjón.

Sirið Stenberg vísir á, at hetta er eitt mál, sum fyllir nógv hjá pensjónistum, og tað eru fleiri, sum síggja markið sum eina forðing í sambandi við teirra arbeiðslív. Samtykta lógin er tí ein góður bati, sum munar hjá nógvum pensjónistum, sigur Sirið Stenberg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo