Vísindavøka: Hví er tað so heitt í Føroyum? Hetta og annað ber til at hoyra um á Bókasavninum við Løkin mánakvøldið 26. oktober kl. 19. Tá verður fyrsta tiltakið av fýra við Vísindavøku á ferð .
Tríggjar framløgur eru á skránni mánakvøldið:
Kann kræklingur minka um dálking, sum stavar frá alingini?
Gunnvør á Norði, Fiskaaling
Hví er tað so heitt í Føroyum?
Bogi Hansen, Havstovan
Jarðvísindalig miðling og korona
Lis Mortensen, Jarðfeingi
Hvør framløga er 20-25 minuttir. Tiltakið er alment og ókeypis.
Tað er ikki neyðugt við tilmelding til titlakið. Heitt verður á fólk um at halda seg til almennu koronutilmælini um reinføri, frástøðu v.m..
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo